Ongi úrslit

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Enn er arbeiðið til allar hendur í Føroyum. Tað merkir, at arbeiðsloysi er enn líka lágt, sum tað hevur verið leingi og tað merkir, at tað framvegis er minni enn eitt prosent.

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at sum heild er arbeiðsloysið nú 0,9 prosent, og tað er tað sama sum tað var fyri einum ári síðani. Í oktobur vóru 303 fólk arbeiðsleys og tað eru 34 færri enn fyri einum ári síðani.

Fulltíðararbeiðsleys er talið á teimum, sum eru arbeiðsleys, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. 

Er talan um tvey fólk, sum hava verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað hvør, stabda tey sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk í hagtølunum.

Sostatt er talið á fulltíðararbeiðsleysum minni enn talið á teimum, sum eru arbeiðsleys.

Í oktobur vóru tað 264 fulltíðararbeiðsleys, og tað eru 12 færri enn í oktobur í fjør. 

Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum enn tað er hjá monnum.

Í oktobur vóru 116 kvinnur arbeiðsleysar og tað eru 13 færri enn í sama mánað í fjør.

Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi, vóru 101 kvinnur arbeiðsleysar sum svarar til eitt arbeiðsloysi upp á 0,7 prosent. Hetta er tað sama, sum fyri einum ári síðani.

Hinvegin eru 187 menn arbeiðsleysir, og tað eru 21 færri enn í oktober í fjør.

Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru 163 menn arbeiðsleysir og tað svarar til eit arbeiðsloysi upp á eitt prosent. Hetta er eisini tað saman sum fyri einum ári síðani.

Sum tað sæst í talvuni oman fyri, er arbeiðsloysið størst í Suðuroy har tað nú er 1,5 prosent. Hetta er 0,5 prosentstig hægri enn fyri einum ári síðani. Lægsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum har tað er 0,4 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53