Ongi úrslit

Tað endaði við tapi í Montenegro

Hóast tap í síðsta dystinum so kann einki takast frá fagnaðinum um, at Føroyar í adventini enn einaferð fara at luttaka í EM endaspæli í kvinnuhondbólti

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

EM undankappingin í kvinnuhondbólti er av. Í dag taptu Føroyar 31-26 í Montenegro. Hálvleiksstøðan var 22-14, sum boðar frá, at tað var ikki í fyrra hálvleiki í dag, at Føroyar avrikaðu soleiðis, sum Føroyar hava gjørt í fleiri av undanfarnu dystunum.

Við tveimum sigrum ímóti Íslandi og heimasigri ímóti Portugal hava Føroyar tryggjað sær pláss í EM endaspælinum. Tað verður í adventini, og hósdagin verður tað greitt, hvørji mótstøðuliðini vera, og hvar í Eystureuropa Føroyar fara at spæla í innleiðandi EM bólkaspælinum.

Føroyar fara at spæla í Póllandi, Kekkia ella Rumenia.

Sammett við mikukvøldið, tá ið Føroyar vunnu trivaligan heimasigur ímóti Íslandi, so var føroyska avrikið í fyrra hálvleiki í dag avgjørt einki at reypa av. Føroyar spældu seg til eins nógvar møguleikar sum Montenegro, men tað gekk meiri enn illa at fáa umsett møguleikar til mál.

Eftir steðgin gekk tað mundandi frægari, og Føroyar vunnu seinna hálvleik 12-9. Tað komst eisini av tí, at Montenegro gav teimum møguleikan, sum annars hava sitið nógv á beinkinum.

Dagsins spælari á føroyska liðnum í dag var vongurin í høgru Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum var greiður toppskjútti við seks málum.  

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

7. apríl kl. 09:13