Ongi úrslit

Tá tað lekur inn í tað allar heilagasta

Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale
17. mars kl. 18:00

Føroya Fólkaháskúli hevur havt stóran týdning fyri okkara mentan og skúlaskap. Hann hevur enn týdning – og týdningurin kann vaksa aftur.

Tí søgdu vit straks ja, tá stjórin bað okkum hjálpa við einum akuttum fíggjartørvi. Har lekur nevniliga inn í - hevði eg nær sagt - tað allar heilagasta: Sjálva stovuna hjá Rasmusi á Háskúlanum. Har má nýggj tekja leggjast á.

Var hetta føroysk ábyrgd? Ja! Sjálvandi! Skuldi játtanin komið frá Landsstýrinum? Ja! Sjálvandi!

Men skuldi tað fyrst og fremst gerast? Ja. Sjálvandi.

Og nú verður tað gjørt.

(Háskúlin hevur kanska – bara kanska! – eisini havt ein ávísan týdning fyri mítt egna upphav. Men tað hevur absolutt EINKI við hetta at gera

Sí her: https://www.facebook.com/share/r/1XYmwBFJV9/

Vit hava annars gjørt nógv fyri føroysku há- og eftirskúlarnar farnu árini:

Skúlin í Vági hevur eisini fingið eina játtan sum startkapital til eina stóra íløgu, og vit hava fingið broytt eina danska skipan soleiðis, at danskir næmingar kunnu fáa studning, tá teir fara til Føroya á eftirskúla.

Hesa broyting fingu vit framda eftir ynski frá føroyskum skúlum, tí tað ger tað lættari at fáa næmingar.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01