Ongi úrslit

Tá sagt er øðrvísi enn gjørt

Nøkur orð um føroyskan samtíðarpolitikk

Carl Jóhan Jensen
1 tími síðan

…hmm…føroyskur politikkur hevur líkasum tvey skinn…annað í orði…hitt í verki…

…í orði skiftist føroyskur politikkur um tveir meginásar…ein høgra-/vinstraás…og ein sjálvræðisás…

…í verki afturímóti hevur føroyskur politikkur nú í ártíggju snúð seg um fáveldið…tað fáveldið, ið varð endaliga staðfest við lóg eina desembernátt í nítjan, tá mørk vóru gingin um tilfeingið…fólksins ogn…sjóvarfeingi og firðir…og útvaldum litið til at eiga og ráða yvir tí…

…ella øðrvísi sagt verður føroyska samfelagið…landið… fyrisitið  upp á tær búskaparligu treytir og avmarkingar fáveldið setur…

…í verki valdast føroyskur politikkur og orðaskifti sostatt um, hvar hvør stendur í mun til fáveldi…og sum er stuðlar  dastið  av veljararunum fáveldið… tvørtur um flokkar og stevnuskráir…tvørtur um búsetumørk og stættarlig áhugamál… tað gav at bíta á valinum seks og tjúgunda mars, ið endaði við, at fáveldið fekk ein greiðari meiriluta á løgtingi enn nakrantíð…

…so tað man ikki vera ovsagt, at sami stígur er komin í landspolitikkin, sum í ein mansaldur undan kreppuni í hálvfemsárunum eyðkendi heimastýrið…tey árini frá tíðliga í trýssunum og frameftir, tá Fiskasøluveldið og danskar fíggjarveitingar vóru grundarlag til eina fyrisiting av samfelagnum, sum gaman í elvdi ymsar batar eftir seg sosialt…eitt nú fólkapensjónina…umframt vegir, havnir, berghol og almennar bygningar sum Landssjúkrahúsið, men kortini ongantíð bar móti eini framtíð ella eini vælferð á jøvnum føti við onnur norðurlond…og í longdini enntá nívdi niður á samfelagsmenningina og við sínum óliðiliga afturhaldi…síni turkatrúgv upp á Fiskasøluveldið og danskar fíggjarveitingar… gjørdi óskil og spilling um seg og at enda sigldi samfelagið í kav sum ein gamlan kolatrolara…

…við einum øktum fáveldismeiriluta á løgtingi eru lítlar áneyðir tískil at vænta sær broytingar tey komandi árini…ið hvussu er ikki til tað betra …í orði fer fáveldismeirilutin sjálvandi at leggja dent á neyðsynjarmál, tá tey onkuntíð verða ov mikið sjónlig í almenna rúminum…tak íbúðarneyðina t.d..…eitt nú húsamarknaðin, har avlop hjá fáveldisfyritøkum trýsta prísirnar upp í gjøgn…so eg tali nú ikki um leigumarknaðin, har leiga í Havn og øðrum stórplássum norðanfjørðs ikki bert kostar meir, men so munavert nógv meir enn leiga fyri samsvarandi bústaðir kostar í norðurlendskum býum við íbúgvaratali  bæði tvær og tríggjar ferðir hægri enn í øllum Føroyum samanlagt…og so ikki at forgloyma teir svínfúlu matvøruprísirnar…

… í verki eru útlitini fyri batum…sum sagt… lítil ella eingin…tvørturímóti røkir heldur fyri sparingum í vælferðartænastum,  kemur tað hóttafall á heimsbúskapin, fleiri vænta, nú kreppan í Persaflógvanum stendur við og ætlar at versna…men skuldi tað nú ikki hent og oljuprísirnir lækka aftur, fer helst í staðin at vera spart upp á tað at tryggja haldførið hjá landskassanum…tí fáveldið er kostnaðarsamt… ikki síðst fyri tey smáliga løntu…tey við ómiðstættarligum inntøkum… arbeiðarar, handverkarar, sjúkrarøktarfrøðingar o.s.fr….hesi… ið so øvut tað nú má eita…fyri størsta partin valdu fáveldisins láturverjar á síðstlidna løgtingsvali…og tað hóast tann óreingiliga veruleika, at fáveldið tekur útivið eina milliard úr vælferðini árliga og hartil er ráðaríkt…helst vil valda øllum…og tað kann tað saktans…hvat tá… tí alt tað av og á breddar á misnøgd í samfelagnum …við ójavnað og vantandi vælferðarænastur… er misnøgdin við fáveldið enn spjødd og óskipað…og formár sær lítið…sum er… tí eins og valdsskipanin árini undan kreppuni í hálvfemsunum…tann mansaldurin…hevur fáveldið lagt fólkahugan undir seg…ikki við tøgn sum tá…men einum herskara av medvirknum frøðingum… fáveldið krevur tí ikki at kvíða sær fyri miðlunum…nei…tú kanst lurta, hyggja og lesa føroyskar miðlar á tamb uttan at fáa minstu hilling á, hvussu samfelagið í royndum verður fyrisitið…ella hvar brestir og  brek eru skipanini hvørki hjá tí almenna og hvaðna minni í vinnuni…

…og skuldi tað onkuntíð…onkra hendingaferð…av óvart skugga á fáveldið í miðlunum…eitt nú onkra útvalda fyritøku…so er ikki langt upp at bíða, tá hevur hon fingið onkran frøðing at stíga í stálbrøkur fyri seg…sum eitt nú tá Kringvarpið herfyri… í sendingini Breddin… hevði eina sjáld- …ella beinavegin skjálvtasama… samrøðu við fútan um Bakkafrost-málið sokallaða…ja, tað var eitt tvey og píkasjey so  var ein don kikotiskur riddari av einum advokati og fyrrverandi løgtingsmanni á hvørjum portali … við einum sveipandi pástandi høgdi hann á  tvørleikan og greiddi hann í sama viðfangi væl og endaliga … har hvørki var ella hevði nakrantíð verið nøkur sak móti Bakkafrosti, segði hann, og tískil ongantíð fyri neyðini at viðgera málið rættarliga yvirhøvur…

…og harvið verður óivað…ella kanska… hvør veit… fær fútin eitt kurteisligt neps fyri, hvussu tann enn óyvirtikna yvirvøldin…løgregla, ákæruvald og rættarkervi… samvirka og hava samvirkað við fáveldið… longur enn elstu unglingar minnast… í málum, ið so ella so verða markað „politisk“ og vanliga merkir, at onkur útvaldur í fáveldinum hevur eitthvørt í klemmu…

…men fyri tí spurninginum…hvussu óyvirtikna yvirvøldin og fáveldið samvirka… er alment lítil ansur í Føroyum og í sama mun einki orðaskifti…og man helst ikki fara at vera heldur…hvat tá… meðan fáveldið enn ætlar tað  høgligari at sæta teirri yvirvøldini í óyvirtiknum líki…

…ella líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin um fútan og Bakkafrost-málið…:…    

So fútar í fáveldi tala,

At fáur í móti kann mæla,

Ogn eigur ta æru

Upp á ta læru,

At útvald er eyðvaldsins sæla.

 

Ja, útvald er eyðvaldsins sæla

Og eingin skal hana nú skala,

Tí má løgstavur lætta

Og laga tað rætta,

So hon aldrin skal bøtur betala,

 

So hon aldrin skal bøtur betala,

men begudligt sleppa at ala

Eins og laksar so lætt

Hin leskiliga rætt,

At útvald er eyðvaldsins sæla.

 

…skinn er skinið vert…

 

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Álop á jødar í London

29. apríl kl. 13:09