Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum í næstu viku.
Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017.
Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg".
Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum og til framførslur hjá systrunum.
Saman við bólki fara tær dugnaligu systrarnar at hava konsert í Tjaldinum á Summar Festivalinum.
Tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.