Ongi úrslit

Svøríki verður ikki longur sæð sum eitt upplagt yvirgangsmál

Talið av hóttanum móti Svøríki frá ekstremistiskum bólkum er minkað

Ragnar Sjúrðarson
12. februar 2025 kl. 21:45

Í 2023 var Svøríki eitt upplagt yvirgangsmál orsakað av millum annað koranbrenningum og falstíðindum frá útlendskum aktørum.

Men myndin sær eitt sindur øðrvísi út í 2025, upplýsir landsins Nationale Center for terrorbekæmpelse, NCT.

Talið av hóttanum móti Svøríki er minkað, og NCT sær ikki longur Svøríki sum eitt prioriterað yvirgangsmál.

Svøríki verður so við og við minni nevnt í propaganda sum eitt greitt yvirgangsmál, ólíkt fyri tveimum árum síðani, tá landið var eitt prioriterað mál fyri ekstremistiskar bólkar, stendur í fráboðanini.

Yvirgangshóttanin er tó framvegis á stig fýra av einum skala á fimm, skrivar SVT.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30