Ongi úrslit

Summarkvøld við Toftavatn - hósdagin 19. juni

Í ár er tað Marjun Niclassen, leiðari í Filmshúsinum, sum fer at hugleiða og Jens Marni Hansen fer at syngja og spæla

runavik.fo
19 tímar síðan

Tá summarið stendur í blóma og náttúran vísir seg frá síni vakrastu síðu, bjóða Nes og Runavíkar kommunur til eina serliga løtu við Toftavatn - við tónleiki, hugleiðing og felagssangi.

Tiltakið byrjar kl 18.00 og farið verður til gongu frá tveimum støðum: Eftir gøtuni av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 17.50.  
Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støði í gøtunum runt Toftavatn, sum Nes og Runavíkar kommunur er felags um. 
Í ár er tað Marjun Niclassen, leiðari í Filmshúsinum, sum fer at hugleiða og Jens Marni Hansen fer at syngja og spæla.  
Talan er um familjuvinarligt tiltak har øll eru hjartaliga vælkomin og okkurt verður bæði at eta og drekka – ókeypis. 

Nes og Runavíkar kommunur. 

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00