Bæði Spies Rejser og ferðafelagið TUI, sum flýgur við egnum leiguflúgvingum, leggja dent á, at einki er, sum bendir á, at summarið er í vanda.
Her sipar tey til óttanina fyri, at kríggjið í Miðeystri og tað at Hormuz-sundið [aftur nú,ritstj.] er stongt, elvir til færri ferðandi, vegna hækkandi prísir. Hettar skrivar Tv2.
Ferðafelagið FDM Travel hevur tó fingið fleiri fyrispurningar frá kundum um teirra summarfrítíðarætlanir.
- Tey stúra fyri frítíðini og um prísirnir fara at hækka, sigur stjórin Anders Iversen.