Ongi úrslit

Sum minimum uppum 80 dollarar

Mærsk hevur longu broytt kós

1. mars kl. 16:42

Oljuprísurin fer væntandi at hækka mánadagin, eftir at Ísrael og USA um vikuskiftið fóru undir álop á Iran.

Tað sigur Tine Choi Danielsen, høvuðsstrategur hjá PFA, við Ritzau.

Hon metir, at prísurin á einari tunnu av Brent-olju,sum er tað slagið man oftast greinar eftir, í minsta lagi fer at fara upp um 80 dollarar.

Men tað kann eisini hækka enn meira, og sambært høvuðsstrateginum er tað ikki órealistiskt, at prísurin kann røkka yvir 100 dollarar.

Tá marknaðurin stongdi fríggjadagin, kostaði ein tunna av Brent-olju beint undir 73 dollarar.

Seinnapartin sunnudagin er Hormuzsundið ikki offisielt stongt, men fleiri skip hava longu nú umskipað leiðina orsakað av álopunum.

Hetta fevnir eisini um danska reiðaríi Mærsk.

- tað merkir at oljan skal flytast uttanum Hormuzsundið, og hetta fer at gera, at sendingin tekur longri tíð. Tað ger hana dýrari, sigur Tine Choi Danielsen.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41