Ongi úrslit

Sukur var neyðugt fyri yvirlivilsi

Hví er tað so ringt at siga nei til sukur?

Jóhanna Højgaard
7. juli kl. 18:30

Man roynir at standa ímóti. Man hevur enntá kanska gingið framvið skápinum tríggjar ferðir, uttan at lata tað upp.

Men at enda situr man har, við einum hálvum posa av gummibommun.

Hví er tað so ringt at siga nei til sukur? Svarið gongur djúpari enn viljastyrki og snýr seg meira um DNA enn um ringar vanar.

Frá tí løtu vit smakka okkurt søtt, sendir kroppurin signal til heilan um gleði. Tað er ikki av tilvild.

Gjøgnum alla menningina av modernaða menniskjanum, hevur søtur smakkur verið ein innbygdur indikatorur fyri, at okkurt er trygt at eta.

Heilin sleppur dopamin út í kroppin hvørja ferð man etur okkurt søtt, tað kennist sum at man verður løntur.

Søtur matur gevur boð um tryggleika, og tað instinktið er kodað innan í okkum.

Sukur gevur eisini skjóta orku og økir um feittgoymsluna, tað var snillt og lívsneyðugt fyrr, tá man noyddist at veiða eftir mati.

Men í dag er tað ikki so sunnt, ti flest okkara hava eitt heldur lítið aktivt lív.

Sukur er eisini undir illgruna fyri at elva til krabba.

Lágt blóðsukur, strongd ella manglandi svøvnur kann økja um hugin til góðgæti. So tað er vert at fáa kannað um man líður av tí, um man hevur ringt at halda seg frá sukrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

15 tímar síðan

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04