Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin verður aftur lagdur fyri Løgtingið í heyst

Tá vónar løgmaður at fáa fulla semju um at málið

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 14:30

Málið um Suðuroyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið aftur í heyst.

Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni hann helt fyri eini løtu síðani.

Málið varð lagt fyri Løgtingið í vár og tá var at kalla full semja um tað. Men so tóku ivamál seg upp um linjuføringarnar og tí varð málið ikki avgreitt.

Løgmaður lovaði kortini at hanga í málinum, so at tað kundi verða lagt fram aftur í heyst.

Og í dag staðfesti hann, at tað verður tað eisini.

– Nú kanna vit fleiri møguleikar og eg eri vónríkur um breiða semju, tá ið vit leggja uppskotið fram aftur í heyst, og at vit standa saman, segði løgmaður.

Sostatt verður uppkotið um at projektera tunnilin, og at bjóða arbeiðið út, lagt fyri Løgtingið. Tá ið boðini eru komin inn, skal Løgtingið so taka endaliga støðu til um tunnilin skal gerast - ella ikki.

Málið hevur heldur ikki ligið heilt stilt í summar.

Aksel V. Johannesen sigur, at tann 1. juni var fundur í Tinganesi ímillum løgmann, politisku forfólkini og politiska fylgibólkin.

Og har var semja um, at politiski fylgibólkurin, sum var mannaður við einum umboði fyri hvønn flokk, verður víðkaður til eisini at fevna um forfólkini í øllum flokkum á løgtingi - og samstundis skulu regluligir kunningarfundir verða fyri løgtingslimir.

Tað var eisini semja um, at tað framhaldandi verður partafelagið Suðuroyartunnilin, sum skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum og at útvega tilfar til politikarar at taka støðu út frá.

Somuleiðis varð semja um, at tey skuldu skriva eitt avgerðarnotat, sum tey kalla tað. Tað er eitt skriv, sum lýsir tær báðar linjuføringar, sum talan er um - og tá ið tað skrivið er liðugt, verður politisk støða tikin.

Men løgmaður sigur, at somuleiðis er semja um, at onnur farleiðin, sum er farleið 1, fevnir um undirsjóvartunnil ímillum Djúpadal og Sandvík

við vegi gjøgnum Sands bygd til Sandoyartunnilin í Djúpadali, og tað fevnir eisini um atkomutunnil til Skúvoyar.

Fyri farleið 1 skal gerast forprosjekt fyri ein atkomutunnil til Skúvoyar, umframt vegir og tunlar, sum binda Sandoyartunnilin í Traðadali og Suðuroyartunnilin í Djúpadali saman.

Talan er um ein tunnil gjøgnum Sandalíð, sum er umleið 1 km langur, og veg gjøgnum Sands bygd við tveimum rundkoyringum, so verandi bygdavegir í stóran mun verða varðveittir til m.a. bleyta ferðslu.

Farleið 2 fevnir um undirsjóvartunnil ímillum Traðardal og Sandvík við eini íbínding til tunnil til Skúvoyar.

Fyri farleið 2 skal gerast prosjektlýsing, so til ber hjá politisku skipanini at samanbera við forprosjekt, sum er gjørt fyri farleið 1.

Semja er um, at íbinding í Skúvoy skal vera partur av útboðnum av Suðuroyartunlinum. Í farleið 2 er boring úr Skúvoy ein fortreyt. Verður farleið 1 vald, kann Skúvoy bindast í Suðuroyartunnilin við at bora upp til ella niður úr Skúvoy. Í útboði av farleið 1 kann íbinding í Skúvoy vera ein valmøguleiki.

Lýsingin av báðum farleiðum skal fevna um:

● Tey trygdarátøk, ið mælt verður til, og sum farið verður at søkja um góðkenning til, um politiska skipanin velur ta farleiðina.

● Eina kostnaðarmeting, ið er so neyv, sum hon kann verða, tá eitt forprosjekt er gjørt.

● Eina tíðarætlan, sum umframt projektering, byggitíðarskeið v.m., eisini skal fevna um lóggávutilgongdina.

Fyri báðar farleiðir skal lýsast, hvørji umhvørvisviðurskifti og náttúruárin krevja eina nærri lýsing.

Eitt nú skal verða greitt, hvussu spurningurin um loyvini at fylla grót úr tunlinum á sjógv við tí endamáli at gera eina fyribils havn í Skúvoy kann avgreiðast.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26