Úrslitið er betri enn væntaðu 4,5 milliónir krónur. Úrslitið er serliga ávirkað av vinningi frá sølu av partabrøvum í SDC og lágum niðurskrivingum.
Samtíðis vaks virksemið. Innlánini hækkaðu 9,6 prosent, meðan útlánini vuksu 3 prosent.
Vøkstur í innlánum og útlánum
Innlánini øktust úr 758 milliónum krónum í 2024 til 831 milliónir krónur í 2025.
Útlánini fóru úr 602 milliónum krónum upp í 619 milliónir krónur. Vøksturin er mettur sum hóvligur og stýrdur, og kemur serliga frá privatkundum, sum eru kjarnumálbólkurin hjá sparikassanum.
Leiðslan vísir á, at eftirspurningurin eftir lánum tók dik á seg seint á árinum. Gongdin verður lýst sum ein “ketsjupp-effekt”, har lítið hendir í byrjanini, áðrenn vøksturin brádliga tekur dik á seg.
Sterk kapitalstøða og solvensur
Sparikassin hevur styrkt sítt kapitalgrundarlag í 2025. Solvensurin er 25,3 prosent, meðan lógarkravið er 20,9 prosent.
Hetta gevur eina trygga yvirdekning. Sambært leiðsluni kann sparikassin tola umleið 28 milliónir krónur í tapi, áðrenn farið verður undir lógarkrøvini.
Eginognin er nú 81,4 milliónir krónur.
Nevndin skjýtur upp at útgjalda 800.000 krónur í vinningsbýti fyri 2025.
Grøn átøk og lægri CO2-útlát
Sparikassin hevur í 2025 minkað sítt egna CO2-útlát munandi. Útlátið er fallið úr 42,5 tonsum í 2023 niður í 15,8 tons í 2025.
Hetta er gjørt við at skifta til jarðhitapumpu, endurvinna hita og betra bygningarnar.
Samstundis arbeiðir sparikassin við at menna eina skipan, sum kann máta CO2-útlát knýtt at útlánum. Fyrstu tølini verða væntað í 2026.
Væntanir til 2026
Leiðslan væntar framhaldandi eftirspurning eftir lánum í 2026. Samstundis verður mett, at rentustøðið verður støðugt.
Úrslitið fyri 2026 verður mett til 4,2 milliónir krónur áðrenn skatt.