Úrslitið er merkt av afturføringum av niðurskrivingum og kursvinningi, men árið hevur eisini verið merkt av hægri útreiðslum til KT og lægri rentuinntøkum.
Ársúrslitið er betri enn mett varð í ársroknskapinum fyri 2024, har vit roknaðu við 4,5 mió. kr. áðrenn skatt.
Munurin millum tað væntaða úrslitið og endaliga úrslitið fyri skatt stendst í høvuðsheitum av áðurnevndu afturføringum av niðurskrivingum og stórum virðisbrævavinningi frá sølu av partabrøvunum av SDC til NetCompany.
Ársroknskapurin 2025 í stuttum
• Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,6 mió. kr. samanborið við 5,4 mió. kr. í 2024
• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 5,4 mió. kr. samanborið við 9,4 mió. kr. í 2024.
• Útlánini hækkaðu úr 602 mió. kr. í 2024 til 619 mió. kr. svarandi til eina hækking á 3,0%.
• Realkredittlánini lækkaðu við 6,3%.
• Innlánini hækkaðu úr 758 mió. kr. í 2024 til 831 mió. kr. svarandi til eina hækking á 9,6%.
• Solvensurin var 25,3% og solvenstørvurin 10,7%.
Suðuroyar Sparikassi hevði aðalfund í gjár, 29. apríl 2026. Rúni Joensen og Niels Johannessen vórðu afturvaldir.
Anna Borg Dahl, ið Suðuroyargrunnurin hevur tilnevnt seinastu trý árini, stillaði ikki uppaftur.
Suðuroyargrunnurin hevði tilnevnt Maritu Gunnarstein til nýggjan nevndarlim.
Nevndin í Suðuroyar Sparikassin skeyt upp at útluta 800 t.kr. í vinningsbýti. Hetta samtykti aðalfundurin.
-Vit eru nøgd við ársúrslitið í 2025. Í 2026 vænta vit, at kundar aftur fara at velja realkredittfígging, tí fyri flestu kundar er realkredittfígging tað besta lánið til bústaðarfígging. Væntaða ársúrslitið fyri 2026 er 4,2 mió. kr. áðrenn skatt, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
Ársfrásøgnin kann lesast á heimasíðuni ss.fo.