Ongi úrslit

Streymslit í Cannes var sabotasja

Uml. 160.000 húsarhald vóru merkt av hendingini.

© Valery Hache/AFP
Jóhanna Højgaard
24. mai kl. 20:56

Eftir eitt longri streymslit í dag leygardag, er after komið skil á í franska býinum Cannes. Í dag er síðsti dagur við virðisløn-handanum á kendu árligu filmsstevnuni "Cannes Film Festival"

Lokalir myndugleikar greiða, sambært tíðindastovuni Reuters frá, at stórir partar av franska økinum Alpes-Maritimes, har Cannes liggur, vóru merkt av hendingini. Umleið 160.000 húsarhald meta myndugleikar at tað snýr seg um. Eisini kom óró í ferðsluna tá ferðsluljósini sløknaðu.

Tað er allarhelst eldásetan á eina transformarastøð í bygdini Tanneron, sum er atvoldin til streymslitið.

-Tað er sabotasja, sigur løgreglan sambært norsku tíðindastovuni NTB.

VG skrivar, at beinini á einum háspenningspyloni í býnum Villeneuve-Loubet, sum liggur umleið 20 kilometrar frá Cannes, vórðu sagaði av. 

Streymslitið hendi um alt Cannes klokkan 10 leygarmorgunin, og vardi uml. 5 tímar. Hettar førdi til, at fleiri filmssýningar vórðu avlýstar.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00