Ongi úrslit

Streymmátingar: Firum granskar rákið í firðum og sundum

Við mátingunum ger Firum ikki bara vísindaliga gransking, men veitir eisini ítøkiliga vitan, sum kann brúkast beinleiðis í vinnuni. Streymmátingar verða nógv brúktar, tá nýggj aliøki skulu staðsetast – eitt nú fyri at meta um, hvussu egnað økið er til aling, og hvørjar møguligu avbjóðingarnar eru

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
10 tímar síðan

Vanligasti mátin at gera streymmátingar, er at seta ein mátara á botn og koma aftur eftir honum tríggjar til seks mánaðar seinni. Við hesum fær man vitan um, hvussu rákið er á einum útvaldum staði, og hvussu tað broytist við tíðini. Eitt nú aknn rákið vera ymiskt um summarið, tá veðrið er gott og um veturin, tá stormarnir leika á. 

Ein annar máti er at festa mátaran á bátin og sigla runt við honum á einum áhugaverdum øki. Tá fær man av góðum grundum ikki mátað í fleiri mánaðir, men á summum støðum er streymurin fyri tað mesta drivin av sjóvarfallinum, og tá kann man við at máta í 13 tímar, siga rættiliga nógv um, hvussu rákið er. 

Tí er tað ikki óvanligt, at fólk hjá Firum eru upptikin ta tíðina um várið og heystið, tá streymurin er harðastur, og eru tey tá langar dagar umborð á Andriasi Reinert. 

Endamálið við hesum mátingum er at fáa eina greiðari fatan av, hvussu rákið rørist – bæði uppi við vatnskorpuna og niðri við botnin, og hvussu tað broytist frá landi og út á dýpið. Hendan vitan kann hava stóran týdning fyri alivinnuna, eitt nú tá nýggj alibrúk skulu leggjast, ella metast skal um umhvørvisviðurskifti. 

Veita eisini ítøkiliga vitan

Við mátingunum ger Firum ikki bara vísindaliga gransking – men veitir eisini ítøkiliga vitan, sum kann brúkast beinleiðis í vinnuni. Tað er júst her, sambært felagnum sjálvum, at virðið av teirra arbeiði veruliga kemur til sjóndar. 

- Vit læra, hvussu streymurin broytist við sjóvarfallinum og ígjøgnum eitt økið. Streymmátingar verða nógv brúktar, tá nýggj aliøki skulu staðsetast – m.a. fyri at meta um, hvussu egnað økið er, sigur Firum. 

Til dømis vísa streymmátingar, um streymurin er ov harður, so at laksurin ikki klárar at liva har, um rognkelsi trívist, ella um rákið er ov lítið, so ilttrot kann gerast ein trupulleiki. Streymmátingar geva eisini svar upp á, hvørjar kreftir útgerðin skal klára. 

Firum er í tøttum samskifti við alivinnuna, sum eisini sjálv eftirspyr vitan. Summar verkætlanir taka støði í einum spurningi frá vinnuni, sum Firum síðani tekur upp og granskar í.  

Í summum førum luttekur vinnan beinleiðis í verkætlanunum – við at veita data, fisk ella atgongd til aliøki. 

Tvær verkætlanir vísa serliga væl, hvussu granskingin hevur beinleiðis týdning fyri føroysku alivinnuna:

Laksalús
Seinastu árini er nógv granskað í lús, serliga laksalús, sum er ein stór avbjóðing. Økt vitan um lívið og rørsluna hjá lúsini hevur hjálpt alivinnuni at betra um sítt dagliga virksemi og fyribyrging. Økta vitanin um lúsina er viðvirkandi til, at alivinnan í dag hevur nógv betri innlit í, hvussu lúsin uppførir seg,  og hvussu hon kann haldast niðri. 

Botndjór og dálking
Firum hevur staðið fyri einari umfatandi gransking, sum hevur givið myndugleikum og alivinnuni eina flokkingarskipan fyri botndjór. Skipanin verður brúkt til at flokka støð eftir dálking – frá ódálkaðum til illa dálkað. Hetta gevur bæði myndugleikum og vinnuni amboð at meta um umhvørvið undir alibrúkunum. 

Fleiri granskingarverkætlanir í gongd
Firum er í gongd við at granska í hjartaheilsuni hjá alilaksi, at savna vitan inn um hvalspýggju, tí hvalspýggja kann verða til stóran ampa fyri alivinnuna.

Júst nú eru tey farin undir stóra ES-granskingarverkætlanina, hvørt endamál er at meta um, hvussu alivinnan kann laga seg til broyttar umstøður í samband við veðurlagsbroytingar. 

Harumframt eru tey í gongd við at modellera, hvar skarnið frá alilaksi endar á fjørðinum, tað vil siga, hvar alt skarn og fóðurrestir, sum koma frá alivirksemi, endar.
Eisini máta tey ferðingarmynstrið hjá sjósílum og meta um trivnaðin hjá sílunum.


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56