Í dag vann Víkingur 4-0 á heimavølli ímóti AB. Hálvleiksstøðan var 1-0, og seinna partin av seinna hálvleiki skoraðu víkingarnir trý mál aftrat.
Undan dystarbyrjan varð liðformaðurin hjá Víkingi Sølvi Vatnhamar heiðraður, tí hetta var dystur nummar 700 hjá honum á hægsta støði – í landskappingini, steypakappingini í Europa og á landsliðnum.
-Eg eri bæði fegin og takksamur um, at tað er komið so langt.
Hvussu leingi ætlar tú at halda fram?
-Tá ið eg var 18 ára gamal, argaði knæskaði leingi. Síðani havi eg ikki verið nakað serligt darvaður av skaðum, og tað er framvegis stuttligt at spæla fótbólt. Vit hava eitt nýtt og spennandi lið við ymsum typum, og tað er øðrvísi at koma til venjing og síggja, at tað eru fleiri skutarar, enn tað eru bilar uttanfyri húsið. Um eg ikki verði raktur av skaðum, so vóni eg at halda fram eitt sindur aftrat.
Tað gekk ikki so væl fyrstu umførini?
-Byrjanin var trupul, tá ið vit taptu móti góðum liðum, og tað hevur verið spennandi at eygleitt, hvussu vit fóru at takla torføru byrjanina. Í dag sóu vit, at lagið er gott, og at dugnaligu spælararnir av álvara hava fótað sær. Sjálvur havi eg nú spælt tríggjar dystir í eina stóra viku. Eg veit, at tað ivaleyst verður neyðugt onkuntíð at hvíla, men tað er framvegis hugaligt bæði at venja og spæla dystir, sigur Sølvi Vatnhamar eftir 4-0 heimasigurin ímóti Víkingi.
Filip Djordjevic varð fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum skiftur inn á liðið hjá Víkingi, og hann skoraði tvey tey síðstu málini. Í fyrra hálvleiki var blaðungi Aron Benjaminsen einasti málskjúttin, og eftir steðgin var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum lyftir arvin eftir Atla Gregersen, sum eftir horna økti um munin til 2-0.
Síðstu løtuna var 17 ára gamli Kristian Jacobsen fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi. Fýra minuttir undan leikloki avloysti hann Sølva Vatnhamar, sum 5. mai verður 40 ár.
