Ongi úrslit

Stórt Silvaland á Summar Festivalinum

Nógv spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum

Jóhanna Højgaard
31. juli 2025 kl. 19:00

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, har sangur, klovnarí og dansur og annað fer at fylla skránna.

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Haraftrat ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur.

Eisini ber til at heilsa uppá brølandi dinosaurin Dia og allar fittasta Silva hvønn dag.

Á pallinum verða konsertir við Bubu, Trølla Pæturi og Ommuni, og festligi Sigmund fer at læra børnini TikTok-dansir.

Silvaland byrjar hósdagin 7. august klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum.

Silvaland hevur opið hósdagin 7. august og fríggjadagin 8. august frá kl. 15 til 19 og leygardagin 9. august frá kl. 14 til 19.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41