Ongi úrslit

Stórt ólavsøkutiltak: Gandur í SMS

Fríggjadagin OG leygardagin undan ólavsøku verður stórt ólavsøkutiltak í SMS. Talan er um stuttligt gandatiltak við “Gandadusti”, har Helle gandar við livandi djórum og ger ballóndjór.

Tíðindaskriv
22. juli kl. 13:30

Fríggjadagin OG leygardagin undan ólavsøku verður stórt ólavsøkutiltak í SMS. Talan er um stuttligt gandatiltak við “Gandadusti”, har Helle gandar við livandi djórum og ger ballóndjór. Harafturat fáast ókeypis ballónir og góðgæti.  


Øll eru vælkomin í SMS vikuskiftið undan ólavøku til serstakt ólavsøkutiltak bæði fríggjadag og leygardag frá klokkan 14, har danska Helle ger gandakynstur av ymsum slag. 


Helle, sum er fyrrverandi danmarkarmeistari í barnagandakynstri, fer at hava eina spennandi gandaframsýning við livandi djórum og nógvum óvæntaðum upplivingum, har áskoðararnir eru við frá byrjan til enda.

  

Eftir framsýningina fer Helle at gera stuttlig ballóndjór til børnini.  


Frá klokkan 13 fáast ókeypis ballónir, áðrenn sjálv ævintýraferðin við Gandadusti fer í gongd. 


Skráin:

Klokkan 13-15: Ókeypis ballónir 

Klokkan 14:00: Ævintýraferð við Gandadusti, har gandað verður við livandi djórum


SMS bjóðar stuttligar sleikisneisir aftan á tiltakið


Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

19 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15