Ongi úrslit

Stór ráðstevna um arbeiðsumhvørvi við Tjarnir

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025 setir sjóneykuna á trygg og góð arbeiðspláss – fríggjadagin 31. oktober við Tjarnir

industry.fo
2. oktober kl. 14:22

Arbeiðsumhvørvisráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið bjóða til arbeiðsumhvørvisráðstevnu við Tjarnir fríggjadagin 31. oktober 2025 kl. 09-16.

Endamálið við ráðstevnuni er at stimbra og geva íblástur til trygdarumboð, bólkar og nevndir á føroyskum arbeiðsplássum – bæði tey, sum starvsfólkini velja, og tey, sum leiðslan tilnevnir.

Ráðstevnan setur sjóneykuna á týdningarmikla leiklutin hjá trygdarumboðum serliga á smærri arbeiðsplássum, har tað mangan kann vera torført at átaka sær uppgávuna.

Skráin bjóðar m.a. frágreiðingar frá fólki við royndum úr arbeiðsumhvørvi í Føroyum, har bæði góðar og minni góðar upplivingar verða deildar. Eisini verður annað spennandi tilfar á skránni.

Luttøka er ókeypis, og tilmeldingarfreistin er mikudagin 15. oktober 2025.

Meldast kann til ráðstevnuna her.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37