Ongi úrslit

Stolin í Havn, funnin aftur í Miðvági

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Mánadagin varð ringt til løgregluna at melda, at ein vøruvognur var stolin í Havn.

Hann hevði staðið á parkeringsplássinum við Ovaravølli Gundadali síðani leygardagin, men tá ið eigarin skuldi brúka bilin aftur mánadagin, var hann horvin.

Fleiri starvsfólk høvdu atgongd til bilin, men tá ið eingin teirra hevði verið eftir bilinum, meldaðu tey, at hann varð stolin.

Lyklarnir lógu í bilinum, so tjóvurin hevði lætt spæl. Men í gjár varð bilurin so funnin aftur - á havnarlagnum í Miðvági.

Løgreglan sigur, at fyribils hava tey ikki lagt merki til, at nakað var komið upp á hann.

Eigarin hevur fingið boðini, men trupulleikin er, at lyklarnir eru horvnir.

Eingin er skuldsettur fyri stuldurin. Løgreglan arbeiðir við ymsum møguleikum, men enn er tað ikki nokk til at skuldseta nakran.

Men tann, sum læt lyklarnar liggja eftir í bilinum, fær 1.000 krónur í bót fyri ikki at hava tryggjað bilin soleiðis, at hann ikki kundi stjalast.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31