Ongi úrslit

Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll

Tónleikurin er ein samanseting av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, sum saman geva yrkingunum hjá Södergran ein serligan tónlistarligan búna

runavik.fo
8. mai 2025 kl. 22:46

Fríggjadagin 16. mai kl. 16.00 fær Løkshøll vitjan av kendu svensk-finsku sjónleikarinnuni Stina Ekblad, sum fer at bera fram yrkingar eftir skaldið Edith Södergran.

Um júst eina viku verður sjóneykan sett á skaldið Edith Södergran við tónleiki og orðum, tá kenda sjónleikarinnan Stina Ekblad og Anna Kruse Trio í felag tulka yrkingarnar hjá Edith Södergran. Eisini luttekur føroyska Angelika Hansen á fiól. 

Edith Södergran (1892-1923) er ein av týdningarmiklastu røddunum í svensku modernismuni. Hennara yrkingar snúgva seg um sálarlongsul, kærleikans mátt og tráan eftir frælsi. Hóast hon doyði ung flutti hon bæði bókmentanarlig og mentanarlig mørk, og skrivaði tekstir, sum framvegis eru viðkomandi.

Tónleikurin er ein samanseting av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, sum saman geva yrkingunum hjá Södergran ein serligan tónlistarligan búna.

Stina Ekblad er ein av mest viðurkendu sjónleikarinnunum í Norðurlondum. Hon hevur heilt serlig evni bæði á palli og filmi at fáa dýpd og nærveru í tulkingina av truplum tekstum – eisini av yrkingunum hjá Edith Södergran, sum hon hevur framført í fleiri ár.

Lagt verður upp til eina heilt serliga poetiska og tónlistarliga løtu í Løkshøll Dýra biðidag kl. 16.00. Sí nærri kunning og keyp atgongumerki á loksholl.fo 

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

3 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49