Ongi úrslit

StÍF og VÍF kunnu gerast føroyameistarar í kvøld

Tað stendur nógv uppá spæl í finalu nummar fýra hjá kvinnum og monnum. StÍF kann vinna sítt fyrsta FM-heitið, meðan VÍF kann vinna enn eitt gull til Vestmanna. Dystirnir verða vístir í sjónvarpinum

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 17:34

Strandakvinnur kunnu vinna sítt fyrsta FM-heitið í høllini á Skála í kvøld, tá StÍF tekur ímóti Neistanum. Kvinnuliðið hjá Skála eru skrásettar fyri tvey FM-heiti – í 1991 og 1993. Spenningurin er øgiligur á vestara armi á Skálafjørðinum, nú StÍF er á gáttini til at vinna gull. Seinasta leygardag vann StÍF sannførandi 20-27 í høllini á Hálsi, so tað er trýst á Neistakvinnum at fáa ein sigur í hús, og tað eru tær noyddar til, fyri at útloysa eina sanna FM-finalu í dysti nummar fimm, vinna tær í kvøld.

Í Hoyvík kann eisini avgerðin fella í FM-stríðnum hjá monnum millum H71 og VÍF. Vinna vestmenningar í kvøld, so er VÍF fyrstu ferð føroyameistari síðan 2016. VÍF hevur vunnið báðar dystirnar í Vestmanna, meðan brotskastskapping mátti til, tá liðini seinast spældu í Hoyvík, sum H71 vann. Tí er trýstið á hoyvíkingum í kvøld, sum mugu vinna dystin í kvøld – kanska við hjálp frá tí tiltiknu sirenuni – skal finaludystur nummar fimm gerast veruleiki.

Dysturin millum StÍF og Neistan byrjar klokkan 18, meðan H71 og VIF spæla klokkan 20. Kringvarpið vísir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum.

Mest lisið hesa vikuna

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 13:00

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00

Háskúlin hevur fingið nýggjan stjóra

4. juli kl. 22:53