Ongi úrslit

Steve Clarke: Skotland hevur ofta havt tað torført móti minni tjóðum

Skotski landsliðsvenjarin ávarar um, at skotar mugu ikki undirmeta Føroyar og minnir á dystin á Svangaskarði í 2002, tá londini spældu javnleik

Sigurjón Einarsson
8. desember 2020 kl. 14:10

Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke, ávarar sínar landsmenn um ikki at undirmeta Føroyar og Moldova. Hetta, tí Skotland ofta hevur havt tað trupult móti minni tjóðum.

- Eg minnist, at eg hugdi eftir landsdystinum millum Føroyar og Skotland (í undankappingin til EM-endaspælið í 2004 á Toftum í 2002). Eg hugsaði við mær sjálvum, at hetta ber ikki til! Men soleiðis er fótbóltur og tílíkt kann henda. Vit eru noydd at vera varin og hava virðing fyri øllum liðum, sigur skotski landsliðsvenjarin í viðtalu við Glasgow Times. 

Hóast skotskir miðlar lata væl at lutakastinum og vænta, at Skotland eiga at fáa 12 stig móti Føroyum og Moldova, so er skotski landsliðsvenjarin meira varin.

- Sært tú søguliga uppá tað, so hava skotar havt tað trupult móti sokallaðum “smærri” liðum, sigur hann.

- Vit vita, at tá vit spæla á útivølli móti smærri tjóðum, so er tað ikki lætt, heldur Clarke.

Steve Clarke er eins og skotskir miðlar nøgdur við lutakastið, har Danmark og Eysturríki komu úr potti eitt og tvey, men heldur, at bæði liðini hava havt góð úrslit seinastu árini, og tí eru í teimum pottum, tey nú eru í. Skotland var í triðja potti.

- Tað merkir, at tey hava gjørt tað betur enn vit seinnu árini, so vit mugu vera varin móti teimum, sigur skotski landsliðsvenjarin.

- Ísrael kenna vit væl. Teir vunnu móti okkum seinast. Uttan at vera virðingarleysur móti teimum báðum smærri tjóðunum í bólkinum, so haldi eg, at hetta eitt gott lutakast, men tað kann gott gerast eitt farligt lutakast, um vit ikki hava virðing fyri øllum liðum, sigur Clarke at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

13 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41