Ongi úrslit

Stefan Radosavljevic: Tíðin í Írlandi og næsta stigi í HB

Vit á Dimmalætting hava verið í samband við nýggja fótbólt spælaran hjá HB til eina samrøðu um hansara tíð í Írlandi og skifti aftur til Føroyar

Vilhelm Clementsen
12 tímar síðan

Tíðin í Írlandi.

Stefan lýsur tíðina í sum sera góða og gevandi, har hann fekk nógvar vinir og kenningar umfrat at fótbólt støði var góður kvalitet á har hann menti seg bæði tekniskt og fysiskt. Hann segði at hann var í sínum lívsformi, tá ið hann var í Írland,i og at hettar var eitt sera gott upplivilsi. Tíðanverri bleiv hann raktur av einum skaða sum helt hann úti í longri tíð. Stefan spældi fyri felagnum Sligo Rovers har hann er skrásettur fyri 46 dystir og 5 mál.



Aftur til Føroyar.

Skaðin darvaði og hann føldi at hann hevði brúk fyri einari nýggja byrjan á sínari fótbólt leið. Tað hjálpti hjá honum at binda frið og koma fyri seg aftur. Síðani kom Víkingur og bjóðaði honum pláss á liðinum, hann nevndi at samstarvi millum Víking og hann riggaði øgiliga væl, bæði ambitión og teirra hugburð passaði honum væl. Hann byrjaði inni,, tá ið hann kom aftur men Stefan nevnur at hettar eisini var hansara ringasta kappingar ár í hansara fótbóltsleið, og eftur einari tíð byrjaði hann ikki so oftani inni. Hann sigur at hann hevði ringt við at finna seg sjálvan.


Skifti til HB.

Eftur hettar føldi hann ikki longur at tað passaði so væl teirra millum, og tók eina avgerð at skifta til HB, Stefan nevnur at hann ikki ber nakað ilt at Víkingi men hettar var næsta stigi á leiðini hjá honum. Hví júst HB nevnur Steffan at hettar er eitt felag sum hann hevur verið í áður og at hann dámar væl umhvørvið og ambitióninar hjá HB.


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57