Vit munnu vera mong, ið eru troytt av at hoyra um neiligu gongdina í Suðuroynni, sum í alt ov stóran mun fylla miðlalandslagið. Hetta er nakað, ið veruliga ávirkar okkum, sum búleikast her. Tað er tí onki nýtt at fráflytingin av okkara ungdómi er alt ov stór og at vit gerast fleiri eldri, so tað fer ikki at vera berandi boðskapurin í hesum skrivi.
Støðan hjá okkum er tó ikki nakað sermerkt fyribrigdi fyri Suðuroynna, men eitt altjóða rák, har vit síggja, at útjaðarin minkar, og fólkið heldur velur býirnar til. Føroyski útjaðarin hevur tað tí sum heild ikki gott. Men eitt land gerst einans ríkari av at hava ein virknan og livandi útjaðara, og tí má hann ikki tømast.
Seinastu árini meðan Javnaðarflokkurin hevur havt sæti á fólkatingi, eru fleiri frágreiðingar og kanningar um ymisk mál og viðurskiftir í Føroyum verið framdar, og eru hesar frágreiðingar komnar okkum øllum til góðar.
Á fólkatingi hava vit møguleikan at nýta norðurlendska og evropeiska vitan og fáa íblástur til, hvat riggar og hvat kann gerast fyri at menna útjaðaran. Hetta gevur okkum ein gyltan møguleika til at fáa varpað ljós á avbjóðingar og møguligar loysnir og uppskot um útjaðaramenning.
Suðuroyggin kundi verðið nýtt sum eitt ’case study’ í einari kanning um, hvussu vit kunnu steðga fráflyting og skapa nýggir møguleikar. Líknandi og áður gjørdar kanningar hava, eftir mínum tykki, lagt alt ov stóran dent á at finna orsøkirnar til hví støðan er sum hon er, heldur enn at koma við ítøkiligum loysnum.
Sum áður nevnt, er tað ein altjóða avbjóðing, at útjaðarin stríðist við at steðga fráflyting, men eisini eru nógv góð dømir í Evropa um, hvussu nýggjar vinnur og spennandi verkætlanir innan landbúnað, ferðavinnu, mentan og íverksetan hava skapt nýtt lív og nýggj størv í útjaðaranum.
Tí eitt er vist: Verður tunnilin samtyktur, koma vit at bíða í nógv ár eftir honum, og okkurt má henda meðan vit bíða.
Við eini slíkari frágreiðing, kunnu kommunur og landið fáa íblástur til ítøkiligar loysnir uppá spennandi nýggjar ætlanir fyri útjaðaran.
X við Sólfríð Bech Hammerfoss, fólkatingsvalevni hjá Javnaðarflokkinum.