Eitt av hjartamálum mínum er at minka um sjúkrafráveruna í almenna geiranum. Tað bøtir um trivnaðin hjá tí einstaka og um fíggjarstøðuna hjá tí almenna. Vit hava tørv á báðum.
Sum almennur arbeiðsgevari eigur landið at raðfesta trivnaðin hjá alment settu starvsfólkunum høgt. Í almenna geiranum er kjarnuuppgávan í stóran mun at veita góðar tænastur. Tænastur í heilsuverkinum, á eldraøkinum, í skúlaverkinum og námsfrøðiligu tilboðunum. Í tænastugeiranum er góður trivnaður millum starvsfólk lykilin til góða tænastu.
Harumframt vita vit eisini, at starvsfólk sum trívast, í nógv minni mun hava fráveru vegna sjúku. Mínar royndir sum leiðari í sjúkrahúsverkinum hava lært meg, at munagóður innsatsur veruliga kann minka um sjúkrafráveru.
Í almenna geiranum eru áleið 13.000 starvsfólk. Minka vit um sjúkrafráveruna við bara einum degi fyri hvørt fólk, svarar tað til eina útreiðslusparing á 40 ársverk. Minka vit miðaltalið av sjúkrafráveru við 10 døgum, so er tað mesta av hallinum á fíggjarlógini á slakar 300 milliónir krónur burtur.
Vit hava tíverri ikki almenn føroysk hagtøl fyri sjúkrafráveru. Nevnast kann tó, at miðaltalið í almenna geiranum í Danmark er 13, meðan tað í privata geiranum er 6. Og heili 16 dagar fyri heilsustarvsfólk.
Góður trivnaður er tí eisini gott fyri almennu botnlinjuna.
Ítøkiliga fari eg at taka við læru frá øðrum norðurlondum og seta í verk átøk, har ein eind fær ábyrgdina av at samskipa miðvísa starvsfólkarøkt í øllum tí almenna geiranum. Tað fara ikki at ganga 100 dagar frá, at eg eri vald á ting, til ítøkilig átøk verða sett í verk.
Vel Fólkaflokkin! Vel meg á lista A!
Jóhanna Andreasen, valevni Fólkafloksins