Ongi úrslit

Stanley og bókin í Føroyahúsinum

Stanley Samuelsen og Hilmar Jan Hansen fara leygarkvøldið klokkan 18 ávikavist at syngja og spæla og at leggja fram bókina við lívsævisøguni hjá Stanley í Føroyahúsinum í Kjøpinhavn
Hilmar Jan
4. november kl. 20:00

Leygarkvøldið klokkan 18 verður nýggja bókin við ævisøguni hjá Stanley Samuelsen løgd fram í Føroyahúsinum í Kjøpinhavn, har Stanley fer at syngja og spæla og rithøvundurin Hilmar Jan Hansen fer at greiða frá um bókina.

Bókin “Stanley” hevur fingið góða móttøku og rósandi orð, nú alsamt fleiri fólk hava lisið hana. “Rørir ein í hjartadýpið”, “Góð, lætt lesilig bók” og “So góð! Havi lisið hana. Løtt at lesa, lívsjáttandi, álvarsom og erlig” eru nøkur av ummælunum, ið eru at finna úti á sosialu miðlunum.

Lívssøgan hjá Stanley er um fuglfirðingin, ið bara hálvt ára gamal misti pápan, bara 12 ára gamal stóð á palli sum gittarspælari við Silly Boys fyri fyrstu ferð og sum bara 19 ára gamal fór til Danmarkar at vitja ein bróðurson í tvær vikur – og varð verandi niðri!

Fortalt verður um barna- og ungdómsárini í Fuglafirði, um tónleikalív niðri, har hann hevur livað av sínum tónlistarligu evnum og spælt saman við nógvum av frægastu donsku tónleikarunum. Hetta er stutt sagt lívssøga hansara í bæði góðum og minni góðum døgum.

Ikki minst verður fortalt um sterka heimlongsulin, ið hevur verið drívmegin aftan fyri tann partin av hansara tónlistarligu leið, ið føroyingar bæði hava lært at kenna og elska alla hesa øldina, millum annað við framúr tulkingum av yrkingum hjá Janusi Djurhuus og øðrum.

Seinnu árini hevur Stanley Samuelsen fingið eina avbjóðing aftrat í lívi sínum, sum er Alzheimers sjúka, og bókin stuðlar eisini Alzheimerfelagnum, tí 20 krónur verða latnar felagnum av hvørjari seldari bók. Til tiltakið í Føroyahúsinum leygarkvøldið fæst bókin fyri serprís, og eisini ber til at fáa hana signeraða.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

16 tímar síðan