Ongi úrslit

Stákan og nógvar fyrireikingar undan TONIK 2026 í Tórshavn

Har er nógv arbeiði í gongd í Silo í Tórshavn undan TONIK 2026, sum verður hildið 8. mai.

© Edmund Jacobsen
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Har verður arbeitt av øllum alvi fyri at gera alt klárt til altjóða ráðstevnuna, sum er tann fjórða í røðini. Fólk eru í gongd allastaðni við at pynta í hvørjum króki. Øll eru spent og gleða seg.

Súsanna Laursen, sum var ein av stigtakarunum aftan fyri fyrsta TONIK í 2023, gleðir seg eisini. Hon kann upplýsa, at í ár verða umleið 200 luttakarar úr útlandinum við til TONIK – og tað er tað mesta nakrantíð.

TONIK byrjaði í tí smáa

Súsanna Laursen greiðir frá, at fyrsta TONIK varð skipað í 2023 við einum ynski um at skapa nakað nýtt í Føroyum.

– Vit byrjaðu í tí smáa, men ynsktu skjótt at fáa tiltakið at vaksa, sigur hon.

Sambært henni høvdu nógv fólk eitt sindur torført við at greina tiltakið í byrjanini, tí tað bar ikki til beinleiðis at samanlíkna TONIK við onnur tiltøk, har bæði íverksetarar og íleggjarar luttaka.

– Eg haldi, at nógv høvdu torført við at seta ein “label” á TONIK í byrjanini. Hetta við at blanda list, íverksetarar og íleggjarar saman á henda hátt var ikki nakað, ið hevði verið gjørt fyrr í Føroyum, sigur Súsanna Laursen.

Breiddin er styrkin

Súsanna Laursen heldur, at júst breiða samansetingin av fólki er ein av høvuðsorsøkunum til, at TONIK hevur ment seg so nógv síðani byrjanina.

– Breiddin er styrkin hjá TONIK. Talan er ikki um eitt tiltak, har íverksetarar einsamallir jagstra íleggjarar. TONIK er meira casual og leggur meira upp til samrøður og samanhald í hugnaligum og avslappaðum umstøðum. Eg haldi, at hetta hevur eydnast okkum til fulnar, sigur hon.

Á heimasíðuni hjá TONIK verður eisini dentur lagdur á, at ráðstevnan skal bróta niður mørk millum ymisk fakøki og skapa nýggj sambond.

Frá føroyskum tiltaki til altjóða ráðstevnu

Síðani 2023 er TONIK ment til eina altjóða ráðstevnu, sum savnar vinnulívsfólk, tøknifrøðingar, skapandi vinnur og íverksetarar úr Føroyum og útlandinum.

Fyriskipararnir siga, at málið er at knýta Føroyar saman við altjóða vinnu, nýskapan og skapandi umhvørvum.

Í ár verða eisini fleiri altjóða fyrilestrar og panelkjak á skránni. Millum nøvnini eru Steve Rader við bakgrund frá NASA, Ajit Jaokar, Robin Daniels og Heini Zachariassen.

Silo verður karmur um ráðstevnuna

Við fyrilestrum, panelkjakum, netverkan og skapandi upplivingum vilja fyriskipararnir skapa eitt øðrvísi umhvørvi enn á siðbundnum vinnutiltøkum.

Sambært Súsannu Laursen er tað framvegis ein týðandi partur av hugskotinum handan TONIK.

– TONIK leggur meira upp til samrøður og samanhald í avslappaðum umstøðum, sigur hon at enda.

Meira info og atgongumerki á www.tonik.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Álop á jødar í London

29. apríl kl. 13:09