Ongi úrslit

Málið um valsvik í Oyndafjørði er ikki heilt liðugt enn

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Ákæruvaldið hjá løgregluni hevur gjørt av at kæra dómin um valsvik í Oyndarfirði. Hetta er fyrsta málið um valsvik í Føroyum, og nú skal málið viðgerast í landsrættinum.

Málið var fyri í Føroya Rætti síðst í februar. Úrslitið varð, at ákærdi maðurin varð fríkendur. Maðurin var ákærdur fyri at hava broytt ein valseðil, soleiðis at hann varð ógildaður. Tað var tó ikki ein samdur rættur, sum frídømdi ákærda. 

Eystari Landsrættur er í Føroyum í hesum døgum, har onnur mál verða viðgjørd. Landsrætturin verður aftur í juni, men enn er ikki avgjørt, nær málið um valsvik í Oyndarfirði kemur fyri. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57