Ongi úrslit

Spreinging umborð á føroyskum skpi hevur kostað eitt mannalív

Hetta er ein syrgiligur dagur hjá Smyril Line, sigur stjórin

Áki Bertholdsen
3. januar kl. 00:39

Umníggju tíðina í kvøld var ein spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum, Glyvursnes, hjá Smyril Line. 

Skipið lá við bryggju í Hirtshals, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line í eini fráboðan. Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin. Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi hendi. Teir eru fluttir á sjúkrahús, og avvarandi hava fingið boð. 

Fyri eini lítlari løtu síðani sigur hann, at eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld.

Men hann sigur, at tann eini av teimum trimum, sum vóru í maskinrúminum tá ið spreingingin var, er deyður av løstinum hann. Tey avvarðandi hava fingið boð.

Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran. Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp. 

– Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi, sigur Jens Meinhard Rasmussen.



Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14