Ongi úrslit

Spennandi orðaskifti við Heina Zachariassen og Louise frá ‘Løvens Hule’ á Tonik

Sí skránna til Tonik her: https://www.tonik.fo/schedule

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
4. mai kl. 22:53

Hvussu menna og fíggja vit komandi ættarlið av íverksetarum?

Á Tonik verður spennandi orðaskifti, ið fer at snúgva seg um framtíðar íverksetarar

og íløgur, við serligum atliti til kvinnuligar íverksetarar, og hvussu vit kunnu menna

eitt meiri fjølbroytt og vælvirkandi íverksetaraumhvørvi.

Vertur fyri orðaskifti verður Jenni Chance, Chief of Staff í PricewaterhouseCoopers,

og luttakarar í orðaskiftinum verða Heini Zachariassen, stovnari av Vivino, og Louise

Herping Ellegaard, stovnari av Clio, og ein av leyvunum í vælumtóktu sendingini

“Løvens Hule” á DR1. Tey bæði fara at deila persónligar søgur og koma við

ítøkiligum ráðum til íverksetarar - og fara eisini at greiða frá, hvat íleggjarar serliga

hyggja eftir.

Heitið á orðaskiftinum er “Backing Boldness – What It Takes to Build (and Bet On)

the Next Generation of Founders” og verður á Føroya Tele pallinum í Silo kl 12:00

fríggjadagin 9. mai.

Sí skránna til Tonik her: https://www.tonik.fo/schedule

Skráin verður leypandi dagførd komandi dagarnar.

Áhugin fyri TONIK er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 60

fyritøkur luttaka og væntandi verða um 700 fólk, sum umboða íverksetarafyritøkur,

vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni,

sum hevur verið útseld hvørt ár.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og

vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. Mai. Les meira á

www.tonik.fo

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56