Ongi úrslit

Spaniólar vunnu sannførandi

Við flottum comeback er Spania til reiðar til kvartfinaluna í EM

Ragnar Sjúrðarson
30. juni 2024 kl. 22:02

EM-ævintýrið hjá Georgia er á hesum sinni av, tá Spania vann sannførandi 4-1.

Tað var tó Georgia, sum ímóti leikgongdini legði seg á odda aftaná 17 minuttir, tá spanski Robin Le Normand sendi bóltin í egið mál.

Gleðin var stokkut, tí stutt fyri steðgin javnaði Rodri til hálvleikstøðuna 1-1.

Í seinna hálvleiki legði PSG-spælarin Fabian Ruiz Spania á odda, áðrenn Nico Williams skoraði eitt framúrskarandi flott solomál.

Luftin fór síðani úr ballónini hjá Georgia, og tað gjørdi Dani Olmo sær dælt av, tá hann skoraði til 4-1, sum bleiv endaliga støðan.

Har væntast eitt brak av einum fótbóltsdysti fríggjadagin tá Týskland, sum í gjár sendi Danmark heim, skal møta Spania í kvartfinaluni.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41