-Týr leveraðu eina kraftmikla og undranarverda framførslu umborð #70000TONS OF METAL, og fingu teirra eyðkenda víkingamálmsljóð fram á pallin.
Nógvir sjómenn møttu upp, røddir gjørdust alsamt harðari, og orkan var á einum høgum støði frá byrjan til enda.
Nakað soleiðis stendur skrivað á Facebook-vangan hjá árligt afturvendandi tungmálmsfestivalinum, sum gekk fyri seg umborð á cruiseskipinum Freedom of the Seas, í Karibia. Hetta er heimsins størsta tungmálmscruise
Vit spurdu Hera Joensen, forsangaran, um hann hevði onkrar viðmerkingar um hendan serstaka túrin.
-Vit komu í land aftur í Miami í morgun. Tað gekk væl at spæla, báðar framførslurnar. Spældu fyri fulsettum dekki í gjáramorgunin, rættiliga kalt og illsligt veður. Nú heim aftur á klettarnar at skriva næstu fløgu, svarar Heri.
Tað ljóðar altso ikki mætari enn, at Týr-fjeppara kunnu byrja at gleða seg.