Ongi úrslit

SPÆLA GEKK ELLA STILLA UPP TIL FÓLKATINGIÐ?

Bjarni Kárason Petersen
4 tímar síðan

Fólkatingssessurin er fultstendiga tómur fyri innihald.

Framsókn hevur valt ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Tað hava vit gjørt fyrr, tí at tað - eins og við valplakatum - er ringt at velja tað frá, um øll hini velja at gera tað.

Men fólkatingsvalið og fólkatingssessirnir eru bara eitt forstýrandi element í politisku skipanini í Føroyum.

Mann hevur fyrr sæð hvussu valevni hava brúkt fólkatingsvalið til at tosa um alt og onki. Tað ber bara til, tí at sessurin er so meiningsleysur.

Tak bara Javnaðarflokkin. Tá sitandi fólkatingsumboðið ikki skræðir seg um Islam ella framleiðir undirhald til sínar fylgjarar, so eru vallyftini til fólkatingið annars hesi:

1. Um vit fáa hetta starvið, fara vit at røkja tað.

2. Um vit fáa hetta starvið, fara vit at royna at fáa okkurt burtur úr.

3. Um vit fáa hetta starvið, fara vit ikki at hava nakað annað starv.

Hetta vóru ikki hissini vallyftir - nakað sum mann annars hevði roknað við var minsta krav.

Á hinari síðuni hevur tú Sambandsflokkin, sum fyri so vítt er tann einasti flokkurin, sum hevur haldgóða orsøk at stilla upp. Tí tað at fara niður til Danmarkar at sita í teirra parliamenti er púra náttúrligt fyri Sambandsflokkin - vit hoyra jú saman við Danmark, og skulu altíð gera tað. Tey eru ikki bara glað fyri fólkatingssessin, men eru eisini ein fult integreraður partur av politisku skipanini í Danmark. Fólkatingsumboðið er partur av tingbólkinum hjá Venstre, og Sambandsflokkurin kann enntá fáa formannin í Venstre at bjóða Føroyingum statslán til Føroyingar uppá nakkan á Donsku stjórnini - nakað sum Føroya Landsstýri ikki hevur biðið um.

Tað er sigandi, at Sambandsflokkurin typiskt er MEST tendraður, tá tað er fólkatingsval, heldur enn løgtingsval.

Og báðir flokkarnir halda at tað er onki problem at "samráða" seg til pengar at fíggja neyst, hallir og mentanarhús á hvørjum króki í Føroyum, meðan politiska skipanin í Føroyum má venda hvørja krónu fyri at fáa haldførið uppá pláss.

Vit hava ikki tørv á tveir politikarar at gera "fundraising", vit hava tørv á politikarar til at føra politikk.

Og tað er ein absurd skipan, at vit hava eitt landsstýri, sum samskiftir við donsku myndugleikarnar um felagsmál - eitt nú rættarøkið og útlendingaøkið - men so hevur tú tveir fólkatingslimir sum, púra óheft av landsstýrinum, samskifta um júst somu mál, og hava kanska enntá ein heilt annan politikk enn landsstýrið hevur. Tað er beinleiðis undirgravandi fyri politisku skipanina í Føroyum.

So hevur tú flokkarnir á hinum veinginum, har tað uttan iva smakkar teimum ófatiliga illa at stilla upp til fólkatingsval, tí teir vita hvussu meiningskeyst tað er, men har tað snýr seg um at fyribyrgja tann skaðan, sum hinir flokkarnir gera á Fólkatingi - er tað ein góð politisk skipan ?

Fólkatingssessirnir eru bara blivnir tveir væl løntir politiskir postar, har tú fær eina trivaliga løn, eina íbúð sentralt í keypmannahavn og 3-5 starvsfólk í part (politisku flokkarnir í Føroyum hava 1-2 starvsfólk í part).

Tað er eftirhondini minni munurin á at stilla upp til fólkatingið og spæla gekk fríggjakvøldi. Einasti munurin er at gekkurin er verri at vinna og vinningurin er sum oftast nógv lægri.

Tað einasta positiva er, nú valini bæði fella saman, at tað nú blívur greitt fyri ein og hvønn, hvussu týdningarleys og onkisigandi fólkatingsvalið og fólkatingssessirnir eru.

Teir eiga at vera avtiknir, og tað ongantíð ov skjótt.

Bjarni Kárason Petersen

IKKI valevni til fólkatingsvalið 24. mars

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13