Ongi úrslit

Sóu eingi børn sum sótu leys

Tað sær gott út, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
12. mars 2025 kl. 08:08

Bæði mánadagin, og í gjár, hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar kring landið, bæði sunnanfyri, í miðstaðarøkinum og norðanfyri.

Tey kanna ferðsluna um tað mundi um morgnarnar tá ið foreldur koyra børnini í skúla og endamálið er fyrst og fremst at kanna um børnini brúka tað kravdu trygdarútgerðina, nevniliga trygdarbelti, og at tey smáu eisini sita í barnastóli - og at tey ikki sita við taskuni á rygginum, tí so hava tey onga nakkaverju, skuldi eitt óhapp hent.

Løgreglan kannar eisini eftir um bilførarar koyra lagaliga og ikki seta børn, sum eru farin til gongu, í vanda.

Og løgrelan sigur, at støðan var heilt góð kring alt landið og eingin fekk bót og klipp fyri at bróta reglurnar.

Hinvegin varð ein bilførari tikin í Leirvík í gjárkvøldið fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd varð tikin av honum og so gongur málið sína gongd.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10