Sonni hevur avrikað nógv

Trý meistaraheiti á rað við H71, óvanliga góð úrslit við U21-landsliðnum og í gjár fyrsti føroyski sigur í einari EM-undankapping hjá monnum. Avrikini hjá lítla dananum fylla nógv í føroyskari hondbóltssøgu, og nú takkar Hondbóltssambandið honum og hjálparvenjaranum Dia Midjord fyri avrikini. Í juni kemur nýtt fólk í teirra stað.

Katrin Erlendsdóttir
1. mai 2021 kl. 19:39

- HSF og alt hondbóltsføroyar vil takka venjartoyminum fyri tíðina og takk Sonni fyri títt stóra íkast til føroyskan hondbólt og bestu eydnu framyvir. Vit síggjast!

Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya í kvøld í takkarkvøðu til Sonna Larsen og Dia Midjord, sum seinastu árini hava staðið á odda fyri føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Boðini um venjaraskiftið komu út stutt fyri dystin Føroyar-Kekkia í gjár, og Sonni Larsen og lið hansara kundu ikki havt svarað betur aftur, enn tey gjørdu. Við einum sigri, sjálvandi. Tí fyrsta føroyska nakrantíð í einum EM-undankappingardysti, og harvið varð navnið Sonni Larsen sligið so rimmarfast í Føroyum. Eisini hjá teimum, sum ikki kendu tað áðrenn.

Sonni Larsen er ikki nakar stórur maður, men tað eru avrik hansara í føroyskum hondbólti so sanniliga.

Sonni Denis Vahlgren Larsen kom til Føroya at vera venjari í H71 í 2016, har hann vandi bæði børn og vaksin. Ja, her er vert at leggja til merkis, at hann vandi eisini børn.

Sonni var eisini venjari hjá ungdómslandsliðum fyri HSF fyrstu árini. Sonni vann meistaraheitið við monnunum hjá H71 trý ár á rað, í 2017, 2018 og 2019. Sonni var eisini við U21-landsliðnum til HM í Algeria, har Føroyar fekk eitt flott 16. pláss av 24 liðum. A-landsliðið hjá monnum er í dag í stóran mun bygt upp kring hesar leikarar.

Sonni tók við sum A-landsliðsvenjari seint í 2017. Sonni hevur ført liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar. Fyrst við Jeppe Borch sum hjálparvenjara og síðani Dia Midjord. Merkisverd úrslit kunnu nevnast sum javnleikurin móti Montenegro í EM20-undankappingini, sigurin í HM21-undankappingini móti Luksemborg og nú heimasigurin móti Kekkia í EM22-undankappingini. Eitt eru sigrarnir og stigini, eitt annað er, at vit nú síggja okkara landslið fara inn á vøllin til hvønn dystin við andanum og viljanum at vinna, eisin móti stóru hondbóltstjóðunum, skrivar Hondbóltssamband Føroya um merkisverda venjaran.

Tá sáttmálarnir hjá Sonna Larsen og Dia Midjord ganga út í juni, koma Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller í teirra stað. Men fyrst skal Føroyar spæla enn ein landsdyst, og hann verður móti Russlandi í Høllini á Hálsi í morgin klokkan 17.