Ongi úrslit

Sólin skínur á degi tvey á G!

Skráin er pakkað við tilfari frá klokkan 14 til klokkan 03:45 á G! Festivalinum í dag

Ragnar Sjúrðarson
14. juli 2023 kl. 14:01

Fyrsti dagurin á ársins G! Festivali er farin afturum og nú klokkan 14:00 verður hol sett á fyrstu konsertina á degi tvey.

Veðurforsagnirnar hava higartil verið gjørdar fyri skommum. Flestu festivalgestirnir hava pakkað regnklæðir og regnskjól, men enn hevur tað ikki verið neyðugt, og fólk hava í staðin funnið sólbrillurnar fram.

Hitapottarnir á sandinum hava verið fullir av fólki og mong hava byrjað dagin við at svimja sær ein túr í sjónum.

Nøvnini á sandinum í kvøld eru Marius Ziska klokkan 18:50, Son of the East klokkan 21:00, When Saints Go Machine klokkan 23:15 og Byrta klokkan 01:30.

Á spæliplássinum verður tað punkbólkurin 200, við nýggju fløguni “Reyvheart”, sum endar ballið klokkan 02:45, meðan Playmo, sum spælur klokkan 02:35, verður seinasti bólkurin í fjósinum.

Veðurstovan Yr.no boðar framvegis frá regni í dag:



Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30