– Høvuðsmálið hjá Tjóðveldi verður at seta tjóðarsemjuna í gildi. Tað er skilligt, nú Tjóðveldi hevur lagt valskránna til Løgtingsvalið fram.
Endamálið við Tjóðarskipanini er at fáa eina nýggja skipan ímillum Føroyar og Danmark, sum gevur okkum fult sjálvræði á okkara egnu viðurskiftum, og til at gera avtalur við onnur lond og felagsskapir um fríhandil og annað.
Og tað fer eisini at slóða fyri, at vit fáa nógv betri marknaðaratgongd fyri okkara útflutningi, og harvið eisini meiri inntøkur. At marknaðaratgongdin er so vánalig, er ein høvuðstrupulleiki, útflutningsvinnan hevur gjørt vart við í nógv ár.
Enn sum áður er endamálið hjá Tjóðveldi eisini at vit fáa eina sjálvberandi búskap, og tey hava eisini eitt uppskot um, hvussu tað skal gerast.
Tjóðveldi vil, at so hvørt inntøkurnar hjá landskassanum veksa, skulu 50 prosent av vøkstrinum brúkast til at minka ríkisveitingina, og hini 50 prosentini fara á fíggjarlógina.
– Eftir hesum leisti fáa vit eina fíggjarlóg, sum er óheft av donsku ríkisveitingini um 6 - 8 ár, sigur Tjóðveldi
Tjóðveldi sigur, at tað er eisini alneyðugt, at lyfta lægstu lønarbólkarnar hjá tí almenna og tí privata, so til ber at liva av lønini, sigur Sirið Stenberg.
Tí vil Tjóðveldi - í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum - seta eina lønarpulju av til at hækka lønirnar hjá teimum við teimum lægstu lønina, serla hjá starvsbólkunum, serliga í vælferðarøkinum, almannaøkinum, heilsuøkinum, ansingarøkinum.
– Og Tjóðveldi fer eisini at virka fyri, at arbeiðsvikan, so líðandi, verður lækkað niður í 37 tímar - í mesta lagi.
Tjóðveldi vil eisini virka fyri, at Føroyar skulu verða ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi.
Tey staðfesta, at Føroyar eru ikki ein útjaðari, men vit eru ein miðdepil í einum øki, sum er millum heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku.
– Vit hava bæði livandi og varandi tilfeingi, og harumframt ráevni, ið ikki endurnýggja seg.
– Veðurlagsbroytingar, tørvur á ráevnum og siglingarleiðir um Norðpólin gera hetta stóra øki til eitt tað týdningarmesta og áhugaverdasta í heiminum, sigur Tjóðveldi.
Tí skulu tjóðirnar í Norðuratlantshavi, og arktiska økinum, stýra, og taka ábyrgd, av gongdini.
– Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi, sum saman við grannatjóðunum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið er okkara, burðardygt, og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.
Og so vil Tjóðveldi eisini, at rætturin hjá fólki at njóta og ferðast í haga og náttúruni annars, er ein grundleggjandi rættur, sum skal tryggjast við lóg.