Soleiðis riggar ráðið sum velur forsetan í USA

Valmannaráðið er ein eyðkendur partur av amerikanska forsetavalinum. Men hvat er valmannaráðið, og hví er tað enn galdandi í einum samfelag, sum annars leggur stóran dent á meiriluta og fólkaveldi?

Halgir Winther Nagata
29. oktober 2024 kl. 09:00

Valmannaráðið í USA, sum er ein eyðkendur partur av amerikanska forsetavalinum, hevur leingi elvt til kjak, bæði í og uttanfyri USA. Hóast skipanin hevur røtur langt aftur í tíðina, verður hon javnan tikin upp til kjak í samband við spurningin um, hvussu demokratisk hon í veruleikanum er. Men hvat er valmannaráðið, og hví er tað enn galdandi í einum samfelag, sum annars leggur stóran dent á meiriluta og fólkaveldi?

Hvat er valmannaráðið?

Valmannaráðið (Electoral College) er tann skipanin, sum verður brúkt til at velja forsetan og varaforsetan í USA. Ístaðin fyri beinleiðis fólkaval, velja amerikanskir borgarar valmenn, sum síðani atkvøða fyri forsetanum. Hvør statur hevur eina ávísa nøgd av valmonnum, sum samsvarar við talið á teirra umboðum í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum. Í alt eru 538 valmenn, og fyri at vinna forsetavalið skal eitt valevni tryggja sær minst 270 av hesum atkvøðunum.

Søguliga grundarlagið

Tá USA varð stovnað, vóru teir 13 upprunaligu statirnir rættiliga ymiskir í fólkatali, og tað var ein ávísur ótti fyri, at teir størstu statirnir fóru at ráða yvir teimum smærru, um eitt beinleiðis fólkaval varð framt. Tí varð valmannaráðið sett í verk sum eitt kompromis, har hvør statur fekk valmenn eftir fólkatali, men við einum javnandi ískoyti frá senatinum, har allir statir hava tveir senatorar hvør. Hetta skuldi tryggja, at smærri statir ikki vórðu kúgaðir av teimum størru.

Hvussu virkar skipanin?

Hvør statur fær eina ávísa nøgd av valmonnum, sum verður roknað við at leggja saman talið av umboðum í Umboðsmannatinginum (sum er tengt at fólkatali) og teimum tveimum senatorum, sum allir statir hava, óansæð fólkatal. Hesir valmenn verða vanliga tilnevndir av politisku flokkunum í tí statinum, og valmenninir atkvøða so í tráð við úrslitið av fólkaatkvøðuni í statinum. Í flestu statum er meginreglan, at vinnarin av fólkaatkvøðuni fær allar valmenninar. Hetta kallast "winner-takes-all" (uttan í Maine og Nebraska, har valmenn verða býttir á annan hátt).

Kjak um rættvísi og demokrati

Valmannaráðið er ofta kritiserað fyri at skapa ójavna millum statir við stórum og lítlum fólkatali. Tað er møguligt at vinna forsetavalið uttan at hava flestar fólkaatkvøður á landsstigi, sum vit til dømis sóu í valinum í 2016, tá Donald Trump vann við valmannaatkvøðum, hóast Hillary Clinton hevði fleiri fólkaatkvøður.

Ein annar trupulleiki, ið ofta verður nevndur, er, at valið í veruleikanum verður avgjørt av fáum "svingstatum," tí fleiri statir hava so stabila politiska støðu, at tað í veruleikanum bert eru nakrir fáir statir, har valmennirnir kunnu avgerða valið.

Er framtíðin hjá valmannaráðnum óviss?

Hóast nógv hava ført fram, at valmannaráðið er órímiligt og ódemokratisk, er tað sera torført at broyta tað. Ein grundlógarbroyting krevur ein stóran politiskan vilja, og tískil er óvist, um hon verður broytt í bræði. Tey, sum verja valmannaráðið, vísa á, at tað tryggjar, at minni statir hava ávirkan.