Allir teir fýra undirsjóvartunlarnir hava neyðstreym, sum kann gera streym til tunlarnar í nakrar tímar.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur biðið hann greiða frá trygdarviðurskiftunum í teimum fýra undirsjóvartunlunum.
– Tað er javnan, at tað er streymslit kring alt landið, hóast tað er leingi ímillum.
– Tíbetur gongur sum oftast ikki so long tíð til, at streymurin er afturkomin – men vandin er altíð til staðar, at slitini eru av meiri álvarsomum slagi.
Vil heilt illa til, kann streymurin vera burtur í dagavís og tað er avgerandi, at pumpur, og streymveitingin í tunlunum, riggar, sigur hann.
Løgmaður sigur, at allir undirsjóvartunlarnir hava neyðstreym at taka til tá ið streymurin fer.
Neyðstreymurin er frá battaríum, sum geva streym til neyðljós, neyðtelefonir, Føroya Tele, bummar, skelti, blunkljós uttanfyri tunnilsmunnarnar, útvarp, varmakaðal, kameraskipan, radarskipanina í Eysturoyartunlinum, og annað.
Battaríini geva ikki høvuðsstreym til pumpur og ventilatión, men
geva streym til stýringar, so at pumpur og viftur fara ígongd uttan trupulleikar, tá streymur kemur aftur.
Í Vágatunlinum eru seks battarí sum veita neyðstreym í einar 3 - 8 tímar.
Í Norðoyatunlinum eru fimm battarí sum veita neyðstreym í einar 3 - 5 tímar.
Í Eysturoyartunlinum eru 11 battarí sum halda í umleið tveir tímar. Men harumframt eru eisini níggju radiobattarí sum halda átta tímar.
Í Sandoyartunlinum eru níggju battarí sum halda í umleið tveir tímar. Harumframt eru eisini sjey radiobattarí í Sandoyartunlinum og tey vara í átta tímar.
Ganga pumpurnar fyri, rennur vatnið í brunnar og tað hevur onga ávirkan á trygdina at koyra í tunlunum.
Ymiskt er hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn brunnarnir fyllast. Hetta veldst um støddina á brunnunum og hvussu nógv vatn lekur í tunlunum.
Eru pumpurnar óvirknar í fleiri dagar og brunnarnir fyllast, hava tunlarnir eina tilbúgving, har tangabilar verða tilkallaðir at pumpa vatn úr brunninum og so koyra teir í pendulfart ímillum brunnarnar og út at tøma tangan.
Í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum er ein pumpustøð í hvørjum tunli. í hvørjari pumpustøð eru tríggjar pumpur. Ein pumpa er nokk til at tøma brunnin.
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin hava fimm pumpustøðir hvør, við trimum pumpum í hvørjari pumpustøð. Ein pumpa í hvørjari pumpustøð er nokk til at tøma tunnilin.
Í Vágatunnlinum er ein brunnur, sum tekur 3.500 kubikk.
Í Norðoyatunlinum er ein brunnur upp á 4.000 kubikk, umframt ein lítil brunnur, sum tekur 80 kubikk.
Í Eysturoyartunlinum eru fimm brunnar, sum taka 4.000 kubikk hvør, so tilsamans taka teir 20.000 kubikk.
Í Sandoyartunlinum eru eisini fimm brunnar, sum taka 4.000 kubikk hvør, so tilsamans taka teir 20.000 kubikk.
Annars verða 600 kubikk pumpað úr Vágatunlinum um dagin, 1400 kubikk verða pumpað úr Norðoyatunlinum um dagin, úr Eysturoyartunlinum verða 1.900 kubikk pumpað um dagin og úr Sandoyartunlinum verða 1.800 kubikk pumpað um dagin.