Ongi úrslit

Soleiðis er tað best at fíggja Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
31. juli 2025 kl. 15:00

Sambandsflokkurin tekur av fullum huga undir við, at vit fara undir at gera Suðuroyartunnilin.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, sum er framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Hann vísir á, at tað eru mong sum siga, at vit ikki hava ráð til at fara undir Suðuroyartunnilin.

Men tað er hann ikki samdur í, og hann sigur, at Sambandslokkurin tekur fult undir við ætlanini at gera Suðuroyartunlinum.

Men hann sigur, at Sambandsflokkurin hevur eisini eitt veruleikakent boð upp á, hvussu tað er best at fíggja Suðuroyartunnilin.

Sambandsflokkurin mælir nevniliga til, at vit taka eitt lán frá danska statinum til tunnilin.

Gera vit tað, sleppa vit ímillum 0,5 og 1 prosent bíligari í rentu, og tað svarar til, at tunnilin verður einar 300 - 600 milliónir bíligari, sigur hann.

Samgongan hevur gjørt av, at ríkisveitingin úr Danmark skal lækkast 25 milliónir um árið.

Sambandsflokkurin mælir, at hendan ætlanin verður strikað, og at samgongan heldur setir hesar 25 milliónirnar um árið, afturat í Suðuroyartunnilin.

    

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16