Skulu vit fáa fólk at støðast í Føroyum, mugu vit hava nokk av bústøðum til tey.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni í gjár.
Og hann sigur, at tey hava sett sær stór mál, tí endamálið er, at hesi næstu fimm árini skulu 2.000 bústaðir útvegast afturat.
Og lagt verður til brots beinanvegin nú í heyst, tí nú verður farið undir at byggja bygningin, Eirargarð 2, úti við Landssjúkrahúsið um til lestrarbústaðir. Har eru skrivstovur, men nú verður bygningurin bygdur um til einar 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra.
– Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrarsund, segði Løgmaður og sipar til lestrarbústaðirnar á Oyrarsundi í Keypmannahavn, har tað altíð hava búð sera nógvir lesandi føroyingar.
Samstundis skulu Bústaðir arbeiða øðrvísi, tí tey skulu ikki byggja fleiri dýrar íbúðir, men bíligar bústaðir til ung, ungar barnafamiljur, støk og eldri fólk, sum vilja flyta úr stóru sethúsunum.
Eitt endamál við tí er, at eldri fólk skulu kunna flyta úr stórum húsum, í eina íbúð, meðan barnafamiljur so kunnu flyta í húsini.
Samstundis fara kommunur at fáa heimild til at selja grundstykki fyri minni enn tað, tey hava kostað at útvega, so at tað verður bíligari hjá fólki at byggja.
– Tey, sum tó hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga, staðfesti løgmaður.
Tey skulu nú fáa bústaðarstuðul, alt eftir, hvussu nógv tey annars tjena.
Hetta er fyri at javnseta tey, sum eiga, við tey, sum leiga.
Í Føroyum fáa eigarar rentustuðul, men leigarar fáa ongan stuðul. Tey, sum eiga sín egna bústað hava sostatt ein rættiliga stóran fíggjarligan fyrimun fram um tey, sum leiga.
Ein leigustuðul fer at gera tað lættari hjá teimum, sum leiga.
– Vit vita, at tey, sum leiga, hava lægri inntøku, enn tey, sum eiga, sigur løgmaður.
– Við leigustuðli kunnu fleiri fólk fáa betri ráð at búgva. Hetta fevnir um ung, stakar uppihaldarar, barnafamiljur og pensjónistar, sum ofta hava verri fíggjarligar umstøður.
– Talan er ikki um eina almannaveiting, men ein rættvísan skattalætta, tí leigarar rinda ov nógv í skatti aftur ímóti teimum bústaðarútreiðslum tey hava.
– Við øðrum orðum er leigustuðul ein neyðug skattaafturbering, sum skal tryggja, at leigubústaðir eisini eru fíggjarliga atkomuligir – og at bústaðarmarknaðurin verður meira rættvísur, sigur Aksel V. Johannesen.
– Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum og tað fer at lætta um hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga, legði hann afturat.
Aksel V. Johannesen sigur, at uppskot um heta verður lagt fyri Løgtingið í heyst.
– Ein onnur avbjóðing er, at hús og íbúðir verða keypt, bara við tí endamáli at leiga út til ferðafólk, staðfestir løgmaður.
Í vár fer samgongan sostatt at leggja uppskot fyri tingið um at avmarka møguleikarnar at leiga til ferðafólk. Endamálið er, at tað verður fyrst og fremst tey, sum búgva í Føroyum, ið fáa tak yvir høvdið.
– Eisini fólk við serligum tørvi hava rætt til egnan bústað. Í løtuni eru tvær byggiverkætlanir í gongd. Onnur er í Havn til 24 fólk við autismu og hin er í Vágum til 18 fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.
– Eftir ætlan verða báðar lidnar í 2027 og í næstum fara vit at fyrireika bygging í Eysturkommunu, umframt at vit áhaldandi dagføra verandi bústovnar, segði løgmaður.