Søgulig fráferð móti altjóða rúmdarstøðini

Í morgun vórðu fýra astronautar sendir í rúmdina við kós móti altjóða rúmdarstøðini. Rakettin varð brúkt fyri aðru ferð, og talan er í ávísan mun um vinnuliga rúmdarferðslu

Steinar Patursson
23. apríl 2021 kl. 13:19

Í morgun eydnaðist tað at senda fýra astronautar út í rúmdina frá Kennedy Space Center í Florida.

Astronautarnir eru ávegis til altjóða rúmdarstøðina, ISS, har ætlanin er, at teir skulu loysa teir astronautarnar av, ið húsast har í løtuni.

Tað er við jøvnum millumbili, at astronautar verða sendir út í rúmdina. Tað serliga við hesum túrinum er kortini, at umframt at bæði rakett og klivi eru endurnýttir, er talan eisini í ávísan mun um vinnuliga rúmdarferð, ið amerikanska Space X stendur fyri.

Amerikanska rúmdarstovnurin, NASA, hevur fingið hjálp frá Space X at senda astronautarnar út í rúmdina, og tað var eisini við einari Falcon 9 rakett, ið Space X hevur ment, at teir fýra astronautarnir løgdu sær leiðina út í rúmdina í morgun.

Klivin, ella kapsulurin, ið astronautarnir sita í, varð brúktir til Demo-2 fráferðina í mei mánaði í fjør, ið var fyrstu ferð síðan 2011, at amerikanskir astronautar vórðu sendir út í rúmdina frá amerikanskari jørð.

Rakettin sjálv hevur eisini áður verið brúkt, tí teir astronautarnir, ið eru á ISS støðini frammanundan, vórðu sendir upp í loft við somu rakett í november.

Talan er í ávísan mun eisini um eina altjóða rúmdarferð, tí teir fýra astronautarnir, Shane Kimbrough, Megan McArthur, Thomas Pesquet og Akihito Hoshide, umboða amerikanska rúmdarstovnin, NASA, evropeiska ESA og japanska JAXA.

Eftir ætlan eru teir fýra astronautarnir á rúmdarstøðini leygardagin, har teir so skulu vera komandi seks mánaðirnar.

Rakettin, ið sendi astronautarnar upp í loft, er lend á einum skipi aftur í øllum góðum, so hon kann nýtast eina ferð aftrat.