Ongi úrslit

Sofía vunnið virðisløn

Sjónleikarinnan Sofia Nolsøe Mikkelsen vann í gjárkvøldið donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 14:47

Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og hóast aðrar virðislønir bæði eru kendari og størri í vavi – peningin, so er Teaterpokalen ein sera týdningarmikil og vird virðisløn. Olaf Johannessen vann eisini hesa virðislønin í 2014, og í gjárkvøldið var tað Sofía Nolsøe, ið vann hana.

Tað skrivar listaportalurin.

Teaterpokalen varð stovnað sum leiklistavirðisløn í 1933, og orsøkin til hennara stóra tign er millum annað tí, at tað eru fakfólk, ið lata hana. Tað er “Foreningen Danske Teaterjournalister”, sum á hvørjum ári letur virðislønina, sum nógvir týdningarmiklir danskir sjónleikarar hava fingið. Úr rúgvuni kunnu nevnast eitt nú Liva Weel, Osvald Helmuth, Clara Pontoppidan, Ghita Nørby, Bodil Jørgensen og Lars Mikkelsen.

Sofía Nolsøe Mikkelsen varð tilnevnd fyri sín leiklut í “Når vi døde vågner” og “A Clockwork Orange” á Aarhus Teater.

Sofía Nolsøe Mikkelsen starvast fast á Aarhus Teater, har hon hevur spælt nógvar høvuðsleiklutir seinastu árini. Til dømis hevur hon havt leiklutin sum Selma í “Dancer in the Dark”.

Listaportalurin skrivar, at vit í Føroyum hava millum annað sæð Sofíu í høvuðsleiklutinum í “Hamlet”, sum Det Ferösche Compagnie setti upp í Norðurlandahúsinum, men eisini í stuttfilminum “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum.

Ummælarin Lene Grønborg Poulsen handaði henni virðislønina við hesum orðum:

”Man er aldrig i tvivl om, hvornår du træder ind på scenen. Du tager rummet med en stor overbevisende kraft og favner hele spektret, så vi som publikum ender helt yderst på stolekanten og trækker eller holder vejret med dig. (…) Spændvidden er i hvert fald stor, når man med nerve mestrer alt fra det naturalistiske og surreelle hos Ibsen til det vilde og voldelige i 1960’ernes A Clockwork Orange”.

Røðan kann lesast her í síni heild: https://bit.ly/3lBv3Th

Virðislønin er 50.000 krónur og eitt silvursteyp.

Kelda: Listaportalurin

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56