So kom endurloysingin

Føroyar vóru favorittar undan heimadystinum móti Moldova, men tað tók eina góða løtu at fáa yvirtakið á vøllinum. Eftir nakrar gyltar minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki kundu føroyingar endiliga seta trý stig inn á kontuna

Sigurjón Einarsson
7. september 2021 kl. 22:43

Føroyar 2 – 1 Moldova

Tórsvøllur: Tað vóru tríggjar broytingar til dystin móti Moldova í kvøld í mun til dystin móti Danmark leygardagin. Inn komu Heini Vatnsdal, Daniel Johansen og Klæmint A. Olsen. Út fóru Sonni Ragnar Nattestad, sum var skaddur, Jóan Símun Edmundsson og René Shaki Joensen, ið hevði leikbann.

Eftir gott avrik móti dønum, hevði føroyska liðið favorittleiklutin móti Moldova í kvøld. Men tað sást beinavegin, at moldovar ikki vóru komnir til Føroya eftir tí eina stiginum. Teir virkaðu kvikari á bóltinum og uppspælið gekk væl skjótari hjá teimum, enn hjá føroyingum fyrstu løtuna av dystinum.

Moldova fekk eisini fyrsta farliga málmøguleikan eftir bert tveir minuttir, men Teitur stóð har hann skuldi og bjargaði.

Føroyingar smæddust tó ikki heilt burtur, og høvdu ein frálíkan málmøguleika í sjeynda minutti, tá Brandur sendi eitt gott innlegg innfyri, har Odmar bert skuldi nerta bóltin við onkrum kropsluti, so fór bólturin í málið, men onkursvegna rakti hann ikki bóltin.

Eftir hetta fingu moldovar tveir góðar møguleikar, har Teitur varð noyddur at bjarga væl fyrru ferðina, og seinnu ferðina fór skotið beint við síðuna av føroyska málinum.

Men so við og við ótu føroyingar seg meira inn í dystin, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki endar ein long sending við, at Meinhard Olsen brádliga er einsamallur við málverjanum. Hann leggur bóltin trygt í netið, men linjuverjin hevur flaggið á lofti, rangstøða. VAR hyggur líka eftir støðuni eisini og jú, rætt var dømt.

Eftir hetta bylgjaði spælið eitt sindur óskipað aftur og fram, har tað heldur vóru moldovar, ið høvdu yvirtakið, men uttan at tað bleiv heilt vandamikið.

0-0 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur byrjaði eins rótut og fyrri hálvleikur endaði. Spælið hjá føroyingum hekk illa saman, og alt ov nógvar sendingar vóru óneyðugar.

Og snøgt sagt hendi sera lítið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Leikferðin var ikki serliga høg, og ein byrjaði næstan at koma til sættis við, at hesin heldur keðiliga dystur nokk fór at enda við einum málleysum javnleiki.

Men miðskeiðis í seinna hálvleiki kom brádliga hol á. Skjótt samanspæl í høgru endar við, at Hallur Hansson kemur at standa væl fyri úti í høgra borði. Hann leggur eina framúrskarandi sending innfyri, og har fær málrevurin hjá NSÍ tað, ið hann annars ikki hevur fingið so nógv av hetta kappingarárið – innlegg – og leggur Føroyar á odda 1-0. Klæmint A. Olsen hevur nú skorað átta mál í landsliðshøpi.

Stutt aftaná er aftur mál. Føroyar hava fingið horna í vinstru. Bólturin kemur væl innfyri. Eitt føroyskt bein er á bóltinum, men málverjin hálvbjargar. Bólturin brestur í tvørtræið, men Lukkutíð er Heini Vatnsdal vakin og takklar mestsum returbóltin í málið. 2-0 og stór frøi á regnvátu fjøldini á Tórsvølli í kvøld.

Hetta var eisini besta løtan í dystinum hjá føroyingum, har spælið hekk væl saman.

Men so er tað tað. Hvat ger mann, tá ið mann er frammanfyri 2-0? Skal mann halda fram at leypa á ella verja støðuna sum frægast? Føroyingar valdu tað seinna, men duttu kanska ov nógv aftur á vøllin. Moldova skifti nógv fólk og lívligi venjarin sendi eisini nógv fólk fram á vøllin.

Føroyingar tóktust hava skil á støðuni, men fimm minuttir fyri leiklok gongur tað galið. Ein langur bóltur verður sendur fram móti føroyska brotsteiginum, og at síggja til hendir ein misskiljing millum annan miðverjan og Teitur Gestsson, so 9-arin er einsamallur við Teiti. Teir bresta saman, men bólturin trillar víðari móti málinum. Tað endar við, at Nicolae Milinceanu fær skumpað bóltin innum mállinjuna. Og tað var kanska líka so gott, at bólturin fór í málið, tí fór bólturin ikki í málið, so hevði Teitur nokk fingið reytt kort, umframt at Moldova hevði fingið brotsspark.

2-1 og nú handlaði tað veruliga um at halda fast síðstu løtuna av dystinum.

Moldova blakaði alt fólkið fram, men lukkutíð megnaðu føroyingar at halda fast um leiðsluna til dystarenda, og høvdu eisini seinasta málmøguleikan í dystinum, men málverjin bjargaði meistarliga skotinum frá Halluri.

Endaliga støðan gjørdist 2-1 til Føroyar og endiliga komu trý kærkomin stig inn á kontoina. Føroyar hava nú fýra stig fyri seks dystir.

Næsta uppgávan hjá Føroyum verður heima móti Eysturríki tann 9. oktober. Og, so segði hann, at spæla á heimavølli móti Eysturríki plagdi jú at vera rættiliga stuttligt viðhvørt.

Hesir byrjaðu inni móti Moldova:

Føroyar: (4-5-1) Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen