Smyril Line hevur nú gjørt av at selja eitt av sínum farmaskipum. Tað er farmaskipið, Akranes, sum nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express.
Skipið verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli, sigur Smyril Line í tíðindskrivi.
Til Akranes fer úr flotanum, og til ein nýbygningur er klárur at taka yvir, fer eitt annað skip at røkja farmarutuna hjá Akranes.
Smyri Line sigur, at sølan er ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Smyril Line at endurnýggja farmaskipaflotan, tí arbeitt verður miðvíst við at endurnýggja flotan og framtíðartryggja virksemið, sigur Smyril Line.