Sum vit skrivaðu í gjár, varð ein maður, sum kom til Føroya við flogfarinum týskvøldið, tikin fyri at smugla hassj innvortis.
Hann varð handtikin og tikin við á løgreglustøðina í Havn.
Løgreglan sigur, at støða skuldi takas til, hvusu farast skuldi fram ,um maðurin skuldi førast fyri rættin beinanvegin, ella um hann skuldi leyslatast aftur, so at hann kemur fyri rættin seinni.
Løgreglan sigur í morgun, at tá ið hann hevði »avreitt« tað hann hevði innvortis, vísti tað seg, at talan var um 100 gramm av hassji.
Men støðan varð síðani tikin til, at maðurin, ið er ein danskari, sum nærkast teimum fimmti, skuldi leyslatast aftur og so kemur hann fyri rættin seinni.
Tá ið talan er um so stóra nøgd av hassji, verður mett, at endamálið er at selja tað og í slíkum førum førir tað til eina fongsulsrevsing.