Ongi úrslit

Smash og press clear eru míni yndis sløg!

Badmintonvangamynd til Orknoyggjar 2025: Ranja Joensen, 17 ár.

[email protected]
Í gjár kl. 22:00

Felag?

Klaksvíkar badmintonfelag (KBF).

Hvussu leingi hevur tú vant badminton?

Eg havi vant badminton síðan eg var 5 ár, og áðrenn tað plagdi eg at vera við í høllini, tá eldru systkini vandu.

Hvat dámar tær best við badminton?

Mær dámar best at vera til kappingar og at pressa meg sjálva til venjing í felagnum. Eisini dámar mær væl, at samstundis sum badminton er ein einmans- ella parítróttur, er man partur av einum størri felagsskapi við góðum samanhaldi.

Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?

Single.

Hvat er títt yndis slag?

Smash og press clear. 

Á føroyskum: “Smash” er eitt hart slag niður á banan frá einum lopi, meðan “press clear” eitt slag av álops clear (langt lop aftur til baklinjuna), sum verður sligið við einum meira beinleiðis og lágum sveiggi enn vanligt.

Hvussu kennist tað at vera úttikin til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?

Tað kennist sera gott. Tað er altíð gott at umboða Føroyar, og eg fari at gera mítt besta, fyri at vit fáa eitt gott úrslit.

 

Hvat hevur tú sett tær sum mál til oyggjarleikirnar á Orknoyggjum? 

Málið er at vinna liðkappingina, og eg vóni at fáa góð úrslit og heiðursmerki í individuellu kappingini eisini.

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?

Eg fyrireiki meg við at luttaka til allar venjingar og venji eisini styrki og konditión. Harumframt hugsi eg um at eta rætt og fáa nokk av svøvni.

Hvat gleðir tú teg mest til á oyggjaleikunum á Orknoyggjum?

Eg gleði meg mest til stemningin til liðkappingina.

Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum byrja leygardagin. 


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00