Men tað eru ongar ásetingar í henni um eina neyðtilbúgving í sambandi við verkfall
Sum vit hava skrivað fyrr í dag, var tað up reppið at heilsuhjálpararnir fóru í verkfall. Men tað eydnaðit at finna semju í evstu løtu.
Sostatt sluppu vit undan verkfalli á hesum sinni, men friðurin verður stokkutur, tí sáttmálin er bara galdandi í eitt ár, og hann fer úr gildi aftur longu tann 1. oktobur.
KvF sigur, at lønin hækkar 4,75 prosent, frá 1. oktober í fjør og í semjuni er eisini staðfest, at arbeiðstíð út yvir átta tímar um dagin, er yvirtíð, sum er 50 prosent afturat vanligu lønini.
Annars sigur, at nógvir heilsuhjálparar arbeiða 16 tímar, uttan at fáa yvirtíð, men bara eina kvøldarviðbót.
Men nú fáa heilsuhjálpararnir yvirtíð eftir tá ið arbeitt verður meiri enn átta tímar, akkurát sum øll onnur, og tað var eitt mál, tey løgdu stóran dent á.
Per Martin Gregersen sigur við KvF, at hetta hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelag góðtikið fyri at eggja fleiri at arbeiða yvir, tá ið tað er neyðugt.
Tað eru eisini aðrir batar í nýggju semjunai, men eitt stórt mál, sum hevur verið frammi, er, at ein avtala skuldi gerast um at gera undantøk tá ið verkfall er.
Tað er fyri at forða fyri, at tey sum eru ringast fyri, ikki skulu verða rakt av verkfalli. Tað hava tey verið nakrar ferðir, og tað hevur eisini verið frammi, at tað hevur sett lív og heilsu hjá fólki í váða.
Men tað vildu Heilsuhjálparafelagið ikki hoyra talan um, tí tey halda, at tað er tað sama sum at siga verkfalsrættin frá sær.
Sostatt var tað kravið slept og er ikki við í nýggju semjuni.