Buckingham Palace er nú til reiðar at hjálpa løgregluni í kanningini av skuldsetingunum móti Andrew Mountbatten-Windsor – fyrrverandi Andrew prinsi. Tað veit Sky News at siga frá.
Løgreglan kannar í løtuni áskoðanir um, at Andrew Mountbatten-Windsor deildi trúnaðarskjøl við Jeffrey Epstein, meðan hann var bretskur handilssendiharri.
Vit standa til reiðar at stuðla løgregluni í Thames Valley, um tey vilja tað, vóru boðini frá Buckingham Palace í gjár, sambært Sky News.
Myndir frá amerikanska rættarmálaráðnum vísa Andrew Mountbatten-Windsor, tá prinsur, á gólvinum saman við einum ókendari kvinnu ella gentu.
Merkisvert er, at bretska kongshúsið nú kemur við so greiðari útsøgn, sigur Onglands-viðmerkjarin Morten Rønnelund.
- Tað er greitt, at tey royna at koma framum málið og taka eina kritiska støðu longu nú. Hetta kann vera tí, at alt kongshúsið er undir trýsti av støðuni kring Andrew Mountbatten-Windsor.
Ivi hevur verið reistur um, hvussu nógv tey hava vitað um hansara framferð gjøgnum árini, og tað kann væl vera at tað leggur trýst á tey, sigur hann.